Fótbóltur

Brian bjargaði AB við brotssparki í evstu løtu

FC Suðuroy stóð imóti í yvir 90 minuttir á Argjum. AB sendi 2. deildarliðið úr steypakappingini, men FC Suðuroy vísti seg betur fram.

AB skuldi stríðast hart allan dystin móti FC Suðuroy. At enda glapp tað hjá Briani Jakobsen og AB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

AB skuldi stríðast hart allan dystin móti FC Suðuroy. At enda glapp tað hjá Briani Jakobsen og AB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-22 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein sonevnd “steypasensatión” var leingi í umbúna á Argjum seinnapartin. Ikki síðani 1984 hevur eitt lið úr triðbestu deildini sent lið úr bestu deildini út, men tað var nær við hesaferð. 

Fyri 39 árum síðani var tað VB, ið vann á TB. Suðuroyingar vóru stinnir í dag, og teir spældu móti Betrideildarliðið uttan sjálvsálit.

AB hevur ikki fingið stig ella mál í Betrideildini í ár, og tað sást móti 2.deildarliðnum, sum hevði raskar ungar lokalar og sterkar útlendskar spælarar, ið gjørdu mun og skapti heimaliðnum trupulleikar.

Vindurin darvaði eisini, og tað var ikki fyrrenn í evstu løtu, at AB fekk mál. Tað var eeftir at óheppin verjuspælari gjørdi brotsspark (armur á bóltinum). Brian Jakobsen hevði onkran stóran møguleika beint áðrenn, og nú umsetti hann brotsspark til fyrsta málið hjá AB í ár. 

Liðið hjá Henrik Larsen slapp við skrekkinun - oddaliðið í 2. deild hjá Pól Thorsteinsson vísti seg væl fram.

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Í dag, leygardagin 22. apríl

AB - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
90 (+3)’ Brian Jakobsen 1-0

TB - B68 0-1 (0-1)
78' Jørgen Nielsen 0-1

Reyð kort: Chris Jastrzembski (32') og Jens Erik Bruhn (65')
 

ÍF - 07 Vestur 0-2 (0-1)
2' Uros Stojanov 0-1
90 (+3)' Jón í Horni Nielsen 0-2

Les eisini: B68 og 07 Vestur eru víðari til fjórðingsfinalurnar

(18.00): B36 - KÍ (2-0)

 

Í gjár, fríggjadagin 21. apríl

NSÍ - MB 14-0 (4-0)
1-0 Steffan Løkin
2-0 Atli Djurhuus Petersen
3-0 Jógvan Højgaard
4-0 Oddur Højgaard
5-0 Jógvan Højgaard
6-0 Hans Marius Davidsen
7-0 Mamuka Toronjadze
8-0 Andri Benjaminsen
9-0 Teitur Knudsen
10-0 Pætur Hentze
11-0 Betuel Hansen
12-0 Steffan Løkin 
13-0 Beinir Nolsøe
14-0 Jógvan Højgaard

Skála - B71 3-1 (0-0)
53' Carlos Ferreira 1-0
56' Meinhard Janusarson (Carlos Ferreira) 2-0
63' Marjus Nón (Hanus Mikkelsen) 3-0
74' Hans Oddson Hentze 3-1

FC Hoyvík - EB/Streymur 0-6

5' Tóki Johannesen (Gutti Dahl-Olsen) 0-1
13' Gutti Dahl-Olsen (Bergur Poulsen) 0-2
50' Bogi Reinert Petersen (br. - Jákup Hummeland) 0-3
61' Jákup Hummeland (Gutti Dahl-Olsen) 0-4
65' Virgar Jónsson (Bergur Poulsen) 0-5
85' Filip Djordjevic (Hans Pauli á Bø) 0-6

Les eisini: EB/Streymur og 1. deildarliðini í Runavíkar kommunu víðari

Víkingur - HB 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
17' Hanus Sørensen (Adrian Justinussen) 1-0
55' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi) 1-1
114' Áki Debes Samuelsen (Viljormur Davidsen)  1-2

Sí eisini: 
HB sendi steypavinnararnar út eftir longda leiktíð í Sarpugerði
Myndir: Víkingur - HB

Samrøður: 
Áki Samuelsen: - Hetta er ein ótrulig kensla
Arnbjørn Svensson: - Nógvir partar av okkara spælið rigga í dag


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder