Fótbóltur

Oddabrak í Runavík í kvøld

NSÍ - KÍ spæla klokkan 18. Vinnarin verður mest sannlíkt føroyameistari - Víkingur er tó væl við enn eisini.

NSÍ vann steypafinaluna móti KÍ í fjør. Spurningurin er, um teir í gulum og svørtum fáa brotið FM-røðina hjá KÍ í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

NSÍ vann steypafinaluna móti KÍ í fjør. Spurningurin er, um teir í gulum og svørtum fáa brotið FM-røðina hjá KÍ í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-30 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý umfør eru spæld í FM-bólkinum hjá kvinnum, og trý umfør eru eftir. Háspenningur er, og í kvøld spæla tey bæði fremstu liðini.

NSÍ og KÍ hava bæði 40 stig - NSÍ hevur betri málúrttøku. Liðið hjá Allani Dybczak vann á KÍ, tá liðini hittust fyri einum mánaði síðani.

Eftir sigurin hjá KÍ í Sarpugerði í síðstu viku, er lagt upp til dyst við Løkin í kvøld, sum kann verða avgerandi fyri føroyameistaraheitið.

KÍ hevur vunnið FM fimm á rað - NSÍ hevur ongantíð áður vunnið FM hjá kvinnum. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.

Klokkan 19.30 spæla Víkingur og HB í Gundadali. Víkingur kann nærkast í øllum førum einum av liðunum omanfyri. Liðið úr Eysturkommunu hevur 37 stig: KÍ og NSÍ hava trý stig fleiri. HB er væl frá hinum á stigatalvuni.

Betrideildini hjá kvinnum
4. umfar - í dag, mánadagin 30.09
18.00: NSÍ - KÍ
19.30: HB - Víkingur

Støðan: 
1. NSÍ 40 stig
2. KÍ 40 stig
3. Víkingur 37 stig
4. HB 27 stig

Leygardagin 5. oktober spæla NSÍ og Víkingur steypafinalu á Tórsvølli. Tvey tey seinastu umførini í Betrideildini verða spæld í vikunum eftir hetta


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder