
A-landsliðið hjá monnum er í Finnlandi í vikuskiftinum, og tískil liggur Okkara-deildini still. Í SMS-deildini verður triðja umfar spælt, og har er oddadystur á skránni.
Hóskvøldið vann Stjørnan 31-25 á Kyndli í fyrsta dystinum í umfarinum. Tveir dystir verða leiktir í dag, og báðir byrja klokkan 14.00. VÍF tekur ímóti H71, og Neistin og StÍF bresta saman við Skálafjørðin.
Les eisini
VÍF vann greipuna í fjør, og er greiður favorittur at endurtaka hetta í ár. Vestmannakvinnur hava eisini verið sannførandi higartil og vunnu við tíggju málum á Kyndli seinast. H71 kann gerast størsti avbjóðarin hjá VÍF í ár. Unga liðið í Hoyvík vísti fleiri góðar taktir í fjør, og hevur vunnið á bæði Neistanum og Kyndli higartil. Tað kann gerast talan um ein heilt spennandi dyst í dag.
Neistin er favorittur at taka tvey stig við sær aftur til Havnar í dag. Neistakvinnur hava leikt tveir tættar dystir higartil. Mótstøðuliðini í dag hava bæði fingið stig ímóti Stjørnuni í ár; Neistin vann í 1. umfarið, og StÍF og Stjørnan deildu stiigni á Skála í 2. umfarið.
Støðan:
VÍF 4
H71 4
Stjørnan 3 (3 dystir)
Neistin 2
StÍF 1
Kyndil 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald