Fótbóltur

Oddaliðið vitjar á Jóansøku

Tvey tey elstu feløgini í landinum hittast í Trongisvági í kvøld, har nýggir leikarar helst koma í eldin fyri bæði liðini.

Patrik Johannesen er í góðum málformi - Í kvøld spælir hann ímóti sínum barndómsfelagið, ið hann skoraði tvær ferðir ímóti í 7. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen er í góðum málformi - Í kvøld spælir hann ímóti sínum barndómsfelagið, ið hann skoraði tvær ferðir ímóti í 7. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-22 13:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann "størri" av teimum báðum dystunum í dag er tann fyrri, sum er í Gundadali, har B36 tekur ímóti NSÍ. Tað er nummar trý ímóti nummar tvey; tvey lið ið hava fingið nógv stig í ár.

Les meira: Týdningarmikil oddadystur í Gundadali seinnapartin

Tað er eitt lið, ið undan 14. umfari hevur fingið fleiri stig enn hesi bæði, og tað er KÍ. Í kvøld spæla klaksvíkingar jóansøkudyst við Stóra, og her er lagt upp til spennandi og áhugaverdan dyst. KÍ vann 7-0, tá liðini hittust við Djúpumýru í 7. umfari, men lítið bendir á at líkanndi úrslit verður í kvøld. Tá TB tekur ímóti KÍ er sum oftast talan um tættar dystir, og tvøramenn hava í ár víst, at liðið kann gera tað trupult fyri øll mótstøðulið, sum koma suður. Seinast vann B36 tepurt, Víkingur hevur eisini vunnið tepurt við Stóra, og tað er bert NSÍ, sum hevur vunnið trygt har (3-0 sigur í 8. umfari)

[object Object]
(TB hevur tvær ferðir seinastu umførini tapt 1-0 fyri B36 - Mynd: Ólavur Frederiksen)

TB er á ein hátt í ongamannalandi í løtuni - væl burtur frá niðurflytingarstrikuni. KÍ hevur á tann hátt meira at spæla fyri í løtuni. Í einum hørðum oddastríðið, har øll liðini hava fingið nógv stig í hús, er KÍ framvegis stavnin frammanfyri hini. Liðið hjá Mikkjal Thomassen kann í dag økja eitt sindur um munin, um úrsliti í Gundadali passar. Tað mest umráðandi hjá KÍ er at fáa trý stig við sær norður og fara í summarfrí frá Betrideildini við sínum sigri nummar ellivu í tólv dystum. 

Sum vit hava skrivað um seinastu tíðina, so eru nakrar broytingar í hópunum hjá báðum feløgunum. Teitur Olsen spælir í dag sín fyribils seinasta heimadyst fyri TB, meðan Ken Fagerberg møgulig verður í hópinum á fyrsta sinni. Sterki svenski áleyparin hevur takkað fyri seg í 07 Vestur, og hóast skifti ikki er váttað av feløgunum, so kann hann spæla sín fyrsta dystin í TB-troyggjuni í kvøld. Ragnar Tausen er tann fyrsti útisetin, ið vendir heim; hann kom inn ímóti B36 seinast. Tað er ein smeitur fyri TB, at Stefan Radosavljevic, ið helst er á veg úr felagnum, hevur leikbann í kvøld. Tað hevur venjarin, Zoran Pavlovic, eisini. Báðir vórðu útvístir í yvirtíðini ímóti B36

[object Object](Ken Fagerberg er nýggjur maður í hópinum hjá TB - Mynd: Sverri Egholm) 

Tríggir leikarar eru komnir í hópin hjá oddaliðnum. Tveir av teimum hava undanfarnu árini verið profilar; lokali áleyparin Páll Klettskarð og serbin Semir Hadzibulic, ið kom til KÍ í 2016. Hesir báðir eru aftur eitt eitt hálvt ár uttanlanda. Nýggjur miðvalli er komin úr Noregi. Talan er um Magnus Stamnestrø við fortíð í millum annað Rosenborg og Molde. Norðlýsið skrivaði í morgun, at hesir leikararnir eftir ætlan eru í hópinum í kvøld.

 [object Object]
(Páll A. Klettskarð verður møguliga at síggja í bláa búnanum aftur í kvøld - Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyrsta bríksl er 18.30. Eiler Rasmussen verður dómari við Stóra. Vit dagføra beinleiðis frá dystinum. Hann kann síggjast við Stórapakka+ hjá Telavarpinum ella keypast fyri 39 krónur.

Betrideildin - 14 umfar
15.00: B36 - NSÍ

18.30: TB - KÍ

23/6 (í morgin):
AB - Víkingur 
EB/Streymur - ÍF
Skála - HB

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (32 stig) 
2. NSÍ (31 stig)
3. B36 (30 stig)
4. Víkingur (29 stig)
5. HB (24 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder