NSÍ hevur í dag skrivað undir nýggjan sáttmála við verjuskansan á liðnum, Odd Árnason Højgaard.
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar seinnapartin, at Oddur harvið er enn ein leikari í røðini av etableraðum NSÍ-leikarum, ið følir, at hann eisini skal vera við til at spæla NSÍ upp aftur í bestu deildina. Við yvir 200 dystum í bestu deildini, er talan um ein ógvuliga royndan leikara, ið kemur at stýra verjuni hjá NSÍ.
- Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum eldru leikarum at bera, tá á stendur. Her eru tó nógvir ungir, og spennandi leikarar í hópinum, og eg vil fegin verða partur av endurreisnini av NSÍ, sigur Oddur Á. Højgaard við nsi.fo
(Mynd: nsi.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald