Fótbóltur

Odmar Færø: - Trúgva uppá sigur til ein og hvønn dyst við Djúpumýru

Landsliðsleikarin sær sera bjart uppá uppgávuna móti Malmö FF, men er eisini tilvitaður um, at tað ikki verður nøkur løtt uppgávu og at onki skal takast fyri givið.

Odmar Færø ásannar, at tað er týdningarmikið at duga at njóta løturnar við síðurnar av fótbóltinum, saman við familju og sínum kæru. (Mynd: Áron Vest)

Odmar Færø ásannar, at tað er týdningarmikið at duga at njóta løturnar við síðurnar av fótbóltinum, saman við familju og sínum kæru. (Mynd: Áron Vest)

2024-07-29 08:55 Author image
Áron Vest
placeholder

Tað er ein hugaligur og jaligur Odmar Færø, ið Portalurin gjørdi samrøðu við gjáramorgunin, tá KÍ vandi við Djúpumýru í Klaksvík. Uttan at yvirhøvur himprast, var ein væl upplagdur verjuskansi klárur til eitt prát um komandi evropeisku uppgávuna móti Malmö FF.

- Tað er drúgt, men tað ber til
Eins og flestu aðrir, so veit Odmar, at tað er tungt at venda einum 4-1 tapið, men trýr fult og fast uppá, at KÍ hevur tað sum skal til, at fremja enn eitt evropeiskt bragd.

- Eg haldi, at tað er meir naivt at siga, at tað er ómøguligt at vinna við trimum málum á einum stórfelagi sum Malmö FF, tí tað hava vit fleiri ferðir fyrr prógvað, at vit kunnu.

Í KÍ leguni trúgva teir uppá at undur kunnu henda. Sambært Odmari, so er tað møguligt, tí við góðari undirtøku frá fjepparum og nærlagni frá øllum spælarum, so kann liðið fara eftir einum sigri. 

Sí eisini: Espen Haug: - Hallur Hansson háaktuellur til returdystin móti Malmö FF

KÍ ger síni skúlating
Tá vit spyrja Odmar nærum sama spurning sum vit settu venjaranum, Espen Haug, um tað er munur á fyrireikingunum til seinna dystin, samanborið við fyrra dystin, so er svarið eins. KÍ brúkar nógva tíð uppá at hyggja eftir mótstøðuliðnum, men heldur klárt fokus á egið spæl og egnar dygdar.

- Tað er ikki stórur munur á, men vit føla at vit kenna teirra spælarir, teirra stíl og teirra umskiftingar betri nú, enn til fyrra dystin, sigur ein ágrýtin Odmar Færø.

Odmar sigur, at tað eru leikarir ið hava eitt eyka slag av evropeiskum X-Factor og tað er nakað, sum teir gagnnýta. Teir fara eftir at skora fyrsta máli í dystinum.

- Um vit eru fyrstir at fáa hol á, so veit man aldrin, hvat kann henda. Vónandi gevur tað eitt slag av knekki í teirra spælið - og tað er heilt víst nakað, sum vit fara at royna at framprovokera.

[object Object]
- Ólavsøkuvenjing hjá KÍ við Djúpumýru gjáramorgunin. (Mynd: Áron Vest)

Ólavsøkan fyri Odmar og Oddmar
Fyri Odmar, ið er búsitandi í Havn, er ólavsøkan eisini nakað heilt serligt. Eftir samrøðuna fór hann til Havnar at hugna sær við familju og sínum nærmastu. Fyri Odmar er tað sera týdningarmikið at brúka tíð uppá familjuna, tá hann hevur steðg frá fótbóltinum. 

- Eg havi faktiskt verið til ólavsøkurenningina við soninum í gjár, men lukkutíð var tað ikki alt ov krevjandi, sigur ein smílandi Odmar Færø.

Odmar leggur afturat, at hann og familjan gera vanliga nógv fyri at fáa tann góða ólavsøkuhýrin við og at tað er heilt vist er nakað serstakt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder