Tað eru ofta lítlir marginalar, sum eru avgerandi í fótbólti. Dystirnir hjá Føroyum í hesum Nations League-bólkinum hava verið so mikið tættir, at tað á ymsan hátt ber til at vísa á, at liðið hjá Håkani Ericson kundi staðið við fimm stigum heldur enn teimum tveimum, ið Føroyar hava nú.
Í fyrsta dystinum komu Føroyar á odda tíðliga, og høvdu serliga eftir 1-1 málið hjá Norðurmakedónia onkrar góðar støður at skora aftur. Tann dagin hevði Norðurmakedónia - favoritturin í bólkinum - tó tríggjar so stórar møguleikar útyvir brotssparksmáli, at eitt stig mátti vera nøktandi á degnum hjá Føroyum.
Í Riga var fyrri hálvleikur sanniliga ikki penur hjá Føroyum, men tað var í 2. hálvleiki, at Lettland skoraði einasta málið í dystinum. Føroyar skaptu annars nakrar góðar málmøguleikar eftir steðgin. Serliga var tann eini hjá Peturi Knudsen var risastórur, og so burdi Meinhard Olsen helst eisini fingið brotsspark í støðuni, tá hann stútaði beint uppum. Avrikið í 1. hálvleiki kanska ikki nóg mikið til eitt stig, men dystarmyndin eftir stegðin lá til tað.
Seinast var Lettland omaná - lettar hava nú vunnið tvær ferðir á Føroyum í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)
Jóannes Bjartalíð sendi Føroyar á sigurskós í dystinum móti Armenia hóskvøldið...(Myndir: Andrei Antal)
Hóskvøldið móti Armenia var avrikið tað besta í 2024 higartil. Føroyar vóru á odda tvær ferðir, og Jóannes Bjartalíð burdi skorað til 3-1 stutt eftir hansara flotta 2-1 mál. Ístaðin javnaði Armenia til 2-2 eftir heldur tilvildarliga støðu í sambandi við hornaspark. Føroysku spælararnir og venjarin vísa á, at man burdi gjørt tað betri í støðuni - Håkan Ericson heldur eisini, at eitt stig var rættvíst útfrá dystarmyndini. Hetta er rætt, um vit millum annað eisini hyggja eftir hagtølunum. Men tá man er á odda 2-1 eftir 90 minuttir, so eigur man í allarflestu førinum at fáa trý stig.
Men hetta var tó ikki nóg mikið til ein tiltrongdan sigur (Mynd: Andrei Antal)
Les eisini:
- Avrikið hevði eitt virði á trý stig - dystarmyndin sigur eitt stig
Gunanr Vatnhamar: - Vit vilja vísa føroyska fólkinum okkara dygdir
Niðurflyting og svartskygni ella nakað stuttligari
Nú vitjar lægst styrkismetta mótsstøðuliðið í bólkinum á Tórsvølli. Tá soleiðis var í HM-undankappingini í 2021, eydnaðist at vinna 2-1 (Moldova). Árið eftir, í seinastu Nations League, var sama úrslit móti Litava. Í fjør endaði tað við tapi, tá Moldova aftur var á Tórsvølli í undankappingardysti.
Spurningurin er, um føroyska manslandsliðið nú megnar at liva upp til ein á pappírinum lítlan favorittleiklut. Hetta hava Føroyar hjá veddingarfyritøkum í dag, Lettland er bert eitt pláss frammanfyri Føroyar á FIFA-styrkislistanum, og liðið hevur tapt við trimum málum móti bæði móti bæði Armenia (úti) og Norðurmakedónia (heima).
Sí eisini: Håkan: - Fyrsta málið er ikki at flyta niður
Hetta er ein upplagdur møguleiki at vinna seg av plássinum, sum kann geva niðurflyting til Deild D; nakað sum vildi gjørt føroyskan landsliðsfótbólt minni áhugaverdan í 2026, tá Nations League er aftur. Til tess krevst eitt sterkt føroyskt avrik. Man skal megna at finna aftur til eina "sigursuppskrift". Tað eru beint yvir tvey ár síðani, og ellivu dystir síðani, at Føroyar vunnu ein kappingardyst.
Venjari og spælari vilja ikki siga beinleiðis, at man skal hava trý stig í dag, men um man kemur út við tí, sum man hevur, so er besti møguleikin til tess á Tórsvølli hendan oktober-kalda sunnudagin. Ein dystur, sum millum annað fótbóltsmiðilin bolt.fo skýrir "møguliga avgerandi á fleiri økjum".
Eydnast tað at vinna í kvøld, so liggja Føroyar á 3. plássi - ella 2. plássi - við fimm stigum undan uppgávunum á útivølli (Armenia og Norðurmakedónia). Endar tað við javnleiki, er man framvegis aftast - um Lettland vinnur, so verður tað meira enn tungt at lyfta seg av aftasta plássinum í november.
Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli í dag. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum.
Sí eisini: Allir uttan Hørður eru tøkir
Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í morgin, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland
Atgongumerki kunnu keypast her
Sí eisini: Landsliðið setti sín dám á SMS leygardagin
Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig
Seks umfør eru - aftasta liðið flytir beinleiðis niður ella skal spæla um tað í play-off dystum í 2025.
Sí eisini: Myndir: Sól og kuldi á Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald