Nú olympisku leikirnir eru farnir inn í triðja dagin, er tað tey asiatisku londini, sum klára seg best í ítróttakappingunum.
Kina hevur vunnið flest heiðursmerki, nevniliga 5 gull 2 silvur og 2 bronsu. Japan og Suðurkorea eru næst á listanum við 4 gull, 2 silvur og einari bronsu. Nummar fýra er Avstralia við 4 gull og 2 silvur.
USA er tó tann tjóðin, sum hevur vunnið flest heiðursmerki higartil, nevniliga 12 tilsamans: 3 gull, 6 silvur og 3 bronsu.
Av norðurlondunum er tað bert Svøríki, sum er komið upp á listan við trimum heiðursmerkjum: 1 silvur og 2 bronsu. Victor Lindgen hevur vunnið silvur í rifluskjóting, meðan svensku bronsuheiðursmerkini eru fingin í fjallasúkkling, Jenny Rissveds, og í judo, Tara Babulfath.
Jenny Rissveds vann bronsu í fjallasúkkling/mountainbike (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald