OL er nakað heilt serligt innan hondbóltin. Bæði í mun til at tað er bert fjórða hvørt ár - eitt HM/EM-endaspæl er hvønn vetur - og tað at tað ikki eru so nógv lið, sum sleppa við.
Tólv lið skulu kappast um heitið í Fraklandi síðst í juli og fyrsta partin av august. Fyrst verður tað í tveimum bólkum við seks liðum í hvørjum, síðani í fjórðingsfinalum, hálvfinalu og til seinast í Lille 11. august.
Stade Pierre-Mauroy leikvøllurin, sum mest er kendur sum heimavøllurin hjá fótbóltsfelagnum LOSC Lile, verður nýttur til allar fjórðingsfinalurnar, hálvfinalurnar og til finaluna. KÍ spældi Conference League-dyst har í desember.
Stórfingin leikvøllur í Lille, sum oftast verður nýttur til fótbólt (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað er ikki ósannlíkt, at Danmark skal spæla seinasta dystin í kappingini. Hópurin, sum Nikolaj Jacobsen hevur tikið út, er íhvussu er verið krútsterkur.
Danski OL-hópurin:
Málverjar:
Niklas Landin, Aalborg Håndbold
Emil Nielsen, FC Barcelona
Vengur:
Magnus Landin, THW Kiel
Emil Jakobsen, Flensburg-Handewitt
Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen
Strikuspælarar:
Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
Simon Hald, Aalborg Håndbold
Bakspælarar:
Mikkel Hansen, Aalborg Håndbold
Simon Pytlick, Flensburg-Handewitt
Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg
Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Mads Hoxer, Aalborg Håndbold
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold - Miðverji
Eykamenn:
Kevin Møller, Flensburg-Handewitt (Málverj)
Lasse Andersson, Füchse Berlin (Bakspælari)
Lukas Jørgensen, Flensburg-Handewitt (Strikuspælari)
Hetta verða seinasti landsdystirnir hjá tveimum av teimum allarstørstu í danskari hondbóltssøgu: Málverjanum Niklas Landin og bakkinum Mikkel Hansen. Hjá síðstnevnda verður talan um seinastu dystirnar sum yrkisspælari nakrantíð.
Teir vilja enda á tindinum. Ofta - hvørja ferð síðani 2012 - hevur Mads Mensah Larsen verið við teimum, men soleiðis verður ikki hesaferð. Ungi Thomas Arnoldsen er tikin frammum til sítt fyrsta vaksnamannaendaspæl, og landsliðvenjarin hevur sum væntað ongan veruligan høgra vong við. Niklas Kirkeløkke og Mads Hoxer, sum eru góðir í vejruni, skulu spæla plássið í álopinum.
Danski landsliðsvenjarin hevur vunnið HM tríggjar ferðir við liðnum, men enn vantar honum OL. Hann hevur tikið fleiri torfør val til hópin (Mynd: EPA)
Harvið eingin Hans Lindberg, sum helst er við at vera liðugur á landsliðnum, og eingin Jóhan á Plógv Hansen. Havnarmaðurin var heldur ikki við í bruttohópinum.
Nikolaj Jacobsen greiðir í brotum á TV2 fyri sínum valum
Jóhan var við í Tokyo í 2021. Tá tapti Danmark finaluna fyri Fraklandi. Í 2016 vunnu danir á Fraklandi í Rio - liðini kunnu enda í finaluni í Lille. Tey spæla íhvussu er í 1. umfari í bólkaspælinum, sum verður 27. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald