- Hatta sær spennandi ut. Tað er øgiliga gott, at vit eru komnir upp í pott 2.
Hetta staðfestir Óli Mittún beinanvegin, tá Portalurin tosar við hann um dagsins lutakast. Seinnapartin verður greitt, hvørjum føroyska U20 manslandsliðið skal spæla ímóti í EM-endaspælinum í Slovenia í summar.
Les eisini: U20: Føroyar í næstovasta styrkisbólki
04 og 05-árgangirnir hava spælt endaspøl í 2023 (HM) og 2022 (EM). Liðið er endað á ávíkavist 8. og 9. plássi. Serliga 9. plássi í seinasta EM-endaspæli hjá árgangunum hevur sett liðið í góða støðu í ár, og tað verður spenanndi, um ungu føroysku menninir aftur vera við leingi í einari heilt stórari kapping. Sum Óli vísir á, so er nýggja kappingarskipanin í EM tó ógvuliga hørð:
- Kappingin er nú broytt, við at 24 lið eru við ístaðin fyri 16. Tað merkir, at allir 1’arirnir og tveir teir bestu 2’arirnir koma víðari í fyrstu syftu. Tað kann gera tað trupult at koma víðari úr bólkaspælinum, men tað kann saktans vera eitt sindur spennandi fyri okkum, nú vit eru styrkismettir ovarlaga.
U20 EM-endaspæl: Styrkisbólkar - eitt lið úr hvørjum potti fer í teir 16 bólkarnar
Pottur 1: Spania, Svøríki, Týskland, Ungarn, Kroatia og Danmark
Pottur 2: Noreg, Portugal, Slovenia, Føroyar, Ísland, Montenegro
Pottur 3: Serbia, Frakland, Pólland, Italia, Lið * Lið *
Pottur 4: Lið *, Ukraina, Ísrael, Sveis, Rumenia, Grikkaland
* Hesi plássini verður lutur kastaður um millum Eysturríki, Kekkia og Norðurmakedónia, ið hava júst sama styrkistal í løtuni.
Óli Mittún hevur hugt eftir ymisku møguleikunum. Hoyvíkingurin hevur verið samanlagdur toppskjútti í báðum endaspølunum, sum hann hevur spælt við egnum árgangum. Til seinasta EM gjørdist føroyingurin eisini mest virðismikli spælarin (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: EHF
Les eisini:
U20: Føroyar í næstovasta styrkisbólki
Óli skoraði sigursmálið fyri Sävehof
Við at vera í næstovasta styrkisbólki sleppa Føroyar undan nøkrum heilt sterkum liðum. Tað eydnaðist eisini at vinna á bæði Svøríki og Týsklandi til HM-endaspælið í fjør, og Óli vísir á júst tað, og at Føroyar kunnu gera nakað við so at siga øll liðini í potti 1 - tó vil man helst sleppa undan heims- og evropeameistarunum úr Spania og kanska Danmark eisini:
- Í potti nummar 1 eru so at siga bara sera sterk lið. Spania er uttan iva tað sterkasta, nú teir hava vunnið EM og HM seinastu árini. So eru Danmark kanska tað næstasterkasta liðið, meðan hini í styrkibólkinum eru so at siga heilt jøvn. Eg trúgvi, at vit kunnu arga tey øll, sum vit eisini vístu móti Svøriki og Týsklandi til HM síðsta summar.
Um hugt verður niðureftir, so hevur IK Sävehof-spælarin ikki nakað, sum hann beinleiðis vil peika á, tí tað er so javnt millum liðini í hvørjum styrkibólki.
- Eg haldi, at úr potti nummar 3 og 4 er tað so at siga líkamikið, hvørjum vit møta. Eg síggi ikki heilt eitt lið, sum er nógv sterkari enn nakað annað. Kanska hevði verið gott at sloppið undan Fraklandi úr potti 3, men vit hava tó vunnið á teimum fyrr, sigur hann hálvgum flennandi við Portalin.
U20 EM-endaspæl: Styrkisbólkar - eitt lið úr hvørjum potti fer í teir 16 bólkarnar
Pottur 1: Spania, Svøríki, Týskland, Ungarn, Kroatia og Danmark
Pottur 2: Noreg, Portugal, Slovenia, Føroyar, Ísland, Montenegro
Pottur 3: Serbia, Frakland, Pólland, Italia, Lið * Lið *
Pottur 4: Lið *, Ukraina, Ísrael, Sveis, Rumenia, Grikkaland
* Hesi plássini verður lutur kastaður um millum Eysturríki, Kekkia og Norðurmakedónia, ið hava júst sama styrkistal í løtuni.
Føroyar fáa eitt lið úr potti 1, eitt úr potti 3 og eitt úr potti 4. Lutakastið til EM-endaspælið fyri U20-landslið hjá monnum byrjar umleið klokkan 14 føroyska tíð.
Til ber at fylgja við HER. Áðrenn verður millum eisini lutakast til U18 EM hjá dreingjum, har Føroyar eisini eru við. Har er man í triðja styrkisbólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald