Hondbóltur

Óli besti spælskipari í svenskum hondbólti

18-ára gamli føroyingurin fingið stóran heiður. Fekk 41 prosent av atkvøðunum, og 166 mál og 79 upplegg siga sína søgu. Nú vilja Óli Mittún og Sävehof gerast svenskir meistarar.

Felix Claar og Elias Ellefsen á Skipagøtu eru millum teir, ið áður hava fingið hendan heiðurin (Mynd: IK Sävehof)

Felix Claar og Elias Ellefsen á Skipagøtu eru millum teir, ið áður hava fingið hendan heiðurin (Mynd: IK Sävehof)

2024-05-16 22:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2022 fekk Elias Ellefsen á Skipagøtu hendan heiðurin, áður hevur tað verið millum annað svenska stjørnan Felix Claar, og nú varð tað Óli Mittún.

- Tað er sjálvandi altíð stuttligt at fáa slíkar heiðrar. Hetta er tað seinna árið hjá mær í svenskum honbólti. Í tí fyrsta spældi eg ikki so nógv, men nú havi eg fingið ein størri leiklut, sum eisini var meiningin.

Hetta sigur Óli Mittún við handbollsligan.se í sambandi við, at heiðurin sum ársins spælskipari í Handbollsligaen er fallin unga hoyvíkinginum í lut. Óli vann við 41 prosent av atkvøðunum - beint frammanfyri javngamla Axel Månsson. Hann varð javnsettur toppskjútti í deildini, fekk 38 prosent av atkvøðunum og er helst eitt gott boð uppá MVP (Mest Virðismikla Spælara), ið ikki er kunngjørt enn.

[object Object]
Flúgvandi Óli Mittún til EM-endaspælið. Føroyska stórtalentið leggur framhaldi á í sínum spæli við nógvum dystum á høgum stigi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað eru allir høvuðsvenjarar í deildini, landsliðsvenjarin Glenn Solberg, umframt miðlaumboð, sum hava atkvøtt. Tríggir Sävehof spælarar eru á ársins liðið higartil: Málverjin Simon Möller og strikuspælarin Felix Möller, sum Ísak Vedelsbøl skal avloysa næsta kappingarár.

Óli sigur, at tað er ein stór styrki á liðnum: - Tá vit spæla upp til okkara besta, er einki lið í Svøríki betri enn vit. Føroyingurin nevnir eisini hørðu kappingina til venjing, sum ein lykil, og at William Andersson Moberg eins væl kundi fingið hendan heiðurin. Hetta er ein av liðfeløgunum hjá Óla Mittún, ið eisini fekk atkvøður.

Saman skulu teir royna at vinna svenska meistaraheitið í næstu viku. Tann fyrsta av møguliga fimm finalum ímóti Ystads verður á heimavølli mánadagin 20. mai. Tað kann tó longu verða avgjørt fríggjakvøldið, tá triðja finalan er. Trupulleikin hjá Sävehof er tó botnsstigið, staðfestir Óli Mittún.

Hagtøl hjá Óla Mittún í Handbolsligaen 2023/2024:

Dystir: 30
Mál: 166
Upplegg: 79
Útvísingar: 2
MEP-poäng: 98,90 (Samanrokning av ymiskum hagtølum - at hava nærum 100 er eitt høgt tal)

Atkvøðurnar (venjarar og miðlar)

Oli Mittún, IK Sävehof (41%)
Axel Månsson, Lugi HF (38%)
Julius Lindskog Andersson, Ystads IF (14%)
Daniel Ekman, IFK Skövde (3%)
William Andersson Moberg, IK Sävehof (3%)

Fyrrverandi vinnarar:
2022/23: Gustav Davidsson, Hammarby IF
2021/22: Elias Ellefsen Á Skipagøtu, IK Sävehof
2020/21: Jonathan Edvardsson, IK Sävehof
2019/20: Felix Claar, Alingsås HK
2018/19: Matias Helt Jepsen, IFK Skövde
2017/18: Alfred Jönsson, Lugi HF
2016/17: Linus Arnesson, Redbergslids IK


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder