Hondbóltur

Óli Mittún skaddur av vølli í stóruppgerð: - Tað sær ikki so gott út

Fyrrverandi Sävehof-liðfelagin Felix Møller fekk beinleiðis reytt kort, tá hann harðliga tók í skotarmin hjá nummar 78 hjá GOG stutt fyri steðgin. Óli Mittún spældi ikki í 2. hálvleiki, og Aalborg vann stórt.

Tað var hesaferð økslin, sum hesaferð var trupulleikin hjá Óla Mittún. Í samrøðu við TV2 staðfesti føroyingurin, at tað var verri, enn hann fyrst væntaði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var hesaferð økslin, sum hesaferð var trupulleikin hjá Óla Mittún. Í samrøðu við TV2 staðfesti føroyingurin, at tað var verri, enn hann fyrst væntaði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-13 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Teir hava torført við at halda hesum kvika føroyinginum.

Tað staðfestu donsku viðmerkjararnir á TV2 nakað inn í stórdystin í Aalborg. Fyrsta korterið hevði GOG tamarhald á støðuni og var á odda 10-8 eftir 15 minuttir.

Ein høvuðsorsøk var, at Óli Mittún stjórnaði yvirtalsspælinum hjá teimum í gulu so væl. GOG valdi 7 móti 6-spælið millum annað tí, at undir 45 tímar vóru millum dystarbyrjan í dag og dystarbyrjan í Barcelona hósdagin.

Sí eisini: Video: Óli Mittún hevur skorað fyrstu Champions League-málini

Óli Mittún kundu stýra leikferðini, og tað eydnaðist væl fyrstu 15 minuttirnar: Brádliga fór útiliðið frá róligari bóltflyting til gjøgnumbrot við ferð og góðsku. Har var 20-ára gamli føroyingurin við at seta tað upp - hann skoraði ikki nakað mál í dag, mistøkini sníktu seg inn, men hoyvíkingurin vann millum annað fýra brotskøst uppá 27 og ein hálvan minutt.

Fyrrverandi liðfelagi tók harðliga í skotarmin - fór av vølli

Tað síðsta av hesum kom tó at kosta nakað. Hetta tí at Felix Møller framdi eitt brot, har Óli Mittún var á veg ígjøgnum.

Strikuspælarin og liðfelagin hjá føroyinginum fyrstu tvey árini í Sävehof tók í skotarmin hjá Óla Mittún, júst sum hann skuldi gjørt.

Avgjørt ikki reint og tað gav eisini Aalborg brotskast og reytt kort til Møller. 

Óli Mittún sá út til at hava ógvuliga ilt í høgru øksl ella í økinum kring har. Nummar 78 kom tó upp og spældi tvey tey seinastu álopini hjá GOG áðrenn steðgin. Har gjørdi Óli ein av sínum trimum teknisku villum, og so var hann ikki at síggja aftur; fyriuttan í klippum til bonkin í 2. hálvleiki og í samrøðu eftir dystin.

- Verri enn eg helt

Aalborg hevði veruliga tikið dik á seg seinnu helvt av 1. hálvleiki, og í steðginum var støðan 20-15. Endaliga úrslitið varð 40-29.

Harvið eitt valdsprógv hjá Aalborg, men GOG "seldi" eisini dystin nakað eftir steðgin. Staðfest var millum annað at Óli Mittún vantaði. Nakrir spælarar vórðu spardir, nú liðið er í einari tættari dystarskrá.

Tað varð Óli Mittún í ein mun. Spælskiparin sat á bonkinum og hugdi at. Í samrøðu við TV2 beint eftir dystin, segði føroyingurin at eftir kanning í steðginum og meting frá vøddaviðgerðanum hjá GOG varð avgjørt, at tað var best, at hann ikki spældi í 2. hálvleiki.

- Eg helt tað vera ein "óprovokera" takkling. Eg fekk ilt, men helt ikki at tað var so galið, sum tað kanska er, og sum tað kendist í steðginum. Tað sær ikki so gott út, men nú mugu vit fáa at síggja, segði Óli Mittún, sum at enda váttaði, at hann er heldur stúrin.

Trupulleikar í skotøkslini kunnu ávirka ein hondbóltsspælara leingi. So nú er at vóna, at hetta ikki er ein av teimum ringu skaðunum har. Næsta uppgáva hjá GOG er í Champions League mikudagin 17. september (Á heimavølli móti Pick Szeged) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder