Hondbóltur

Óli og Hákun royna at taka fyrstu fetini móti hálvfinaluni

Füchse vitjar í Sveis í kvøld, og Sävehof spælir truplan útidyst í Hannover. Føroyingafeløgini stríðast um fjórðingsfinalupláss í European League.

Óli Mittún er profilur hjá IK Sävehof, sum skal stríða seg til gott útgantsstøði í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún er profilur hjá IK Sävehof, sum skal stríða seg til gott útgantsstøði í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-26 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey føroyingafeløg skulu nú stríðast um fjórðingsfinalupláss í European League. Tveir av ungu profilunum á føroyska A-landsliðnum spæla í kvøld fyrru áttandapartsfinalunum/knock-out play-off umfarinum í European League

IK Sävehof er undirtippað móti Hannover-Burgdorf úr Bundesliguni, og Hákun West av Teigum og teir á oddaliðnum í Bundesliguni eru stórfavorittar móti Kadetten Schaffhausen úr Sveis.

Óli Mittún og liðfelagirnir hava fyri langari tíð síðani vunnið svenska grundspælið og vilja nú roknast millum teir bestu í næststerkastu evropeisku kappingini. Í tí skal hoyvíkingurin spæla stóran leiklut í Hannover í kvøld og yvirhøvur, og Sävehof skal syrgja fryi brúkiligum útgantsstøði. Hannover-Burgdorf er á 6. plássi í Bundesliguni - fýra stig aftanfyri Kiel.

[object Object]

Hákun West av Teigum og hinir eru oddalið í sterkastu landskappingini í heiminum. Næsta ár skal liðið eftir øllum at døma spæla í Champions League, men nú er eitt mál eisini at vinna European League.

Tað eru føroyingar eftir í øllum teimum trimum evropeisku kappingunum hjá monnum: EHF Champions League (Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel), European League (Óli Mittún, IK Sävehof og Hákun West av Teigum, Füsche Berlin) og European Cup (Allan Norðberg, Valur)

Fyrru "Áttandapartsfinalurnar" í European League
Í kvøld, týsdagin 26.03
17.45: Kadetten Schaffahausen - Füchse Berlin
19.45: TSV Hannover-Burgforf - IK Sävehof

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder