Hondbóltur

Óli toppskjútti í fyrstu finaluni

Tað eydnaðist Sävehof at vinna 28-27 á gestunum úr Ystads og harvið vinna sær fyrsta fyrimunin í SM-finalunum. Óli Mittún og liðfelagirnir spæla aftur í Ystads mikukvøldið.

Føroyingurin hjá Sävehof skoraði átta mál í finalu nummar eitt í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyingurin hjá Sävehof skoraði átta mál í finalu nummar eitt í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-21 08:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

IK Sävehof og Ystads IF eru í svensku meistarafinalunum hjá monnum, og finala nummar eitt av í øllum førum trimum - møguliga fýra ella fimm - varð spæld í Partille í gjár.

Talan gjørdist um ein tættan dyst, har Sävehof tó fekk slitið seg eitt sindur leyst í 2. hálvleiki. Í steðginum var 12-12. Tað var +3 til heimaliðið í nøkrum førum eftir steðgin - eisini tá ein lítil løta var eftir. Ystads fekk minkað til 28-27, men tað var ov seint at fáa nakað við.

Til ber at lesa meira um gongdina - á svenskum - her

Harvið hevur Sävehof fyrimunin eftir fyrstu finaluna, og tað er millum annað Óla Mittún at takka. 18-ára gamli hoyvíkingurin skoraði átta mál og legði upp til fleiri afturat. Kviki føroyski bakspælarin varð í seinastu viku kosin ársins spælskipari í Svøríki, og nú jagstra hann og liðfelagirnir gull.

Kravið er at vinna tríggjar finalur, og mikukvøldið kann Sävehof longu tryggjað sær ein dystarbólt. Til tess krevst ein sigur í Ystads. Finala nummar tvey byrjar í morgin klokkan 17 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder