Fótbóltur

Øll eygu vend ímóti Sarpugerði

Útsetti dysturin í 25. umfari hevur stóran týdning fyri FM-stríðið og fyri stríðið um seinasta evropeiska plássið.

KÍ og Vìkingur bresta saman klokkan 19 (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og Vìkingur bresta saman klokkan 19 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-08 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin vórðu fýra dystir í triðseinasta umfari í Betrideildini leiktir:

Skála - TB 5-1 (3-0)
28' Andreas Egeberg Jacobsen 1-0
32' Andreas Egeberg Jacobsen 2-0
37' Aksel Bjartalíð Danielsen 3-0
58' Ronni Møller-Iversen 4-0
78' Andreas Egeberg Jacobsen 5-0
83' Poul Ingason 5-1

HB - NSÍ 0-2 (0-1)
2' Petur Knudsen 0-1
49' Pól Jóhannus Justinussen 0-2

Reytt kort: Brynjar Hloðversson (84')

Myndir: HB-NSÍ

ÍF - AB 4-6 (0-4) 
12' Tóki á Lofti 0-1
17' Tóki á Lofti 0-2
34' Lukas Grenaa Giessing 0-3
43' Filip í Liða 0-4
59' Bjarki Nielsen 0-5
74' Høgni Madsen 1-5
76' Andy Olsen (br.) 2-5
82' Ari Ellingsgaard 3-5
89' Heri Hjalt Mohr 3-6
94' Andy Olsen (br.) 4-6

EB/Streymur - B36 0-4 (0-2)
3' Hugin Samuelsen 0-1
29' Hugin Samuelsen 0-2
58' Hugin Samuelsen 0-3
84' Jónas Tór Næs 0-4

Les eisini: Hugin sendi B36 tættari FM

Víkingur og KÍ hitaðu upp í Sarpugerði, tá Eiler Rasmussen tók avgerð um, at dysturin ikki skuldi spælast. Orsøkin hjá dómaranum var, at tað snøgt sagt var ov nógvur vindur - Bólturin kundi ikki liggja stillur til deyðbóltsstøður.

Les eisini: Eingin dystur í Sarpugerdi

Kappingarnevndin gjørdi greitt, at dysturin skuldi leikast sum skjótast - landsliðssteðgur er komandi vikuskifti. Dysturin varð fyrst útsettur til í í kvøld klokkan 17, orsakað av veðurforsagnunum, men stutt eftir varð hann fluttur til klokkan 19

[object Object]
Seinast KÍ og Víkingur hittust var á Summarfestivalinum, har Víkngur varð varpað út úr FM-stríðnum. KÍ skal í Norðagøtu í kvøld royna at taka oddasessin aftur 

Víkingur skal vinna. So einfalt er tað fyri teir ljósabláu í kvøld. NSÍ vann í Gundadali sunnudagin, og nú hevur liðið hjá Sámal Erik Hentze seks stig upp til NSÍ og eina munandi verri málúrtøku. At basa KÍ verður tó torført; Víkingur hevur bert vunnið tvær ferðir á KÍ seinastu 17 dystirnar í Betrideildini - síðani 2014

[object Object]

Fleiri av hesum dystunum eru endaðir við javnleiki, og talan eru oftast um sera inntensar og spennandi dystir. KÍ skal hava stig, um knívurin ikki skal vera á barakanum eftir landsliðsteðgin. Um liðið hjá Mikkjal Thomassen vinnur í kvøld, so hevur liðið staðfest, at tað allarhelst talan verður um FM-finalu í Gundadali seinasta umfar. KÍ hevur fimm sigrar á rað og hevur bert latið eitt mál inn hesar dystirnar. Hjá KÍ verður Ísak Simonsen helst ikki við. Semir Hadzibulic og Ólavur Niclassen eisini ivasamir.

Veðrið í Sarpugerði verður forsagnunum rímiliga gott at spæla fótbólt í. Til ber at fylgja gongdini í dystinum á forsíðu okkara. Vit hava myndir og samandrátt aftaná. Til ber at keypa dystin hjá Televarpinum. 
 
Støðan í Betri deildini:
1. B36 (60 stig)
2. KÍ (57 stig)*
3. NSÍ (54 stig) 
4. Víkingur (48 stig) * 
5. HB (45 stig) 
6. Skála (31 stig) 
7. TB (19 stig) 
8. EB/Streymur (18 stig)
9. AB (18 stig) 
10. ÍF (6 stig) 

Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder