Klokkan 17.00 spæla Føroyar og Hvítarussland EM-undankappingardyst á Tórsvølli. Talan er um fimta dystin hjá føroysku kvinnum í undankappingini. Fríggjadagin taptu Føroyar 6-0 fyri Norðurírlandi. Hetta var triðja 6-0 tapið í kappingini, og samanlagda málúrttøkan er 0-31.
Sí eisini: Video: Successuppliving hóast 6-0 tap
John Petersen: - Vit hava nógv at arbeiða við
– Vit skulu halda fast í arbeiðsinnsatsinum frá seinast og harumframt halda javnvágina á liðnum betur, sigur landsliðsvenjarin um dystin móti Hvítarusslandi. Vit vita, at mótstøðan er sterk, og at tær leikliga eru væl fyri. Tí krevur tað nærlagni og konsentratión frá okkara leikarum allan dystin á tamb. Viljan og arbeiðsinnsatsin kunnu vit avgjørt taka við okkum frá dystinum fríggjakvøldið, men leikliga vilja vit eisini royna at fáa meira burturúr í kvøld,
Hetta sigur John Petersen, landsliðsvenjari, undan dystinum við heimasíðuna hjá FSF. Greitt er, at mótstøðuliðið er áleið líka sterkt sum Norðurírland. Málið í dag er sjálvsagt eitt betri úrslit, og til tað krevst hart arbeiði allan dystin.
Mynd: Sverri Egholm
John hevur gjørt tríggjar broytingar í mun til seinasta dyst. Óluva Allansdóttir Joensen avloysir javngomlu Eyðgerð Mikkelsen í málinum. Hetta verður fyrsti A-landsdystur hjá 18-ára gamla málverjanum úr Klaksvík. Saru Samson Lamhauge og Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir avloysa Marunn Lindholm og Evy á Lakjuni. Tað merkir, at Heidi Sevdal spælir sum álopsleikari og ikki miðvallri hesufeðr. Sara, ið kom væl inn fríggjadagin, spælir á sentrala miðvøllinum. 19-ára gamla Jensa byrjar inni á A-landsliðnum á fyrsta sinni.
Føroyar (4-5-1)
Óluva Joensen (KÍ) - Sanna Svarvadal (KÍ), Jacoba Langgaard (ÍVB), Birita Ryan (KÍ), Ásla Johannesen (FC Nordsjælland - L) - Julia Naomi Mortensen (HB), Sara Samson Lamhauge (HB), Elisabet Vang (B36), Kára Djurhuus (HB), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (ÍVB) - Heidi Sevdal (HB)
Dysturin millum Føroyar og Hvítarussland byrjar á Tórsvølli klokkan 17.00, og hann verður vístur beinleiðis hjá Kringvarpi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald