Onki stig og eina málúrtøku á 0-6 eftir tveir dystir.
Tað eru nýggjar tíðir í katalanska stórfelagnum, FC Barcelona, eftir at stjørnuáloyparin Lionel Messi gavst í felagnum.
Í gjárkvøldið tapti liðið aftur í Champions League, tá portugisiska liðið, Benfica, á heimavølli vann 3-0.
Barselona fekk eina ræðuliga byrjan upp á dystin, tí Benfica skoraði longu tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum. Í teimum seinastu tjúgu minuttunum, avgjørdi Benfica dystin, fyrst við 2-0 og síðan 3-0 upp á brotsspark.
Sergio Busquets, liðskipari hjá Barcelona, viðgekk eftir dystin, at lættasta loysnin helst var at skifta venjaran, niðurlendingin Ronald Koeman, út.
- Men vit hava allir ábyrgdina. Sannleikin er, at vit eru í eini kreppu, segði Busquets sambært Reuters tíðindastovuni.
Benfica hevur nú fýra stig á øðrum plássi í bólkinum, meðan Barcelona onki hevur. Bayern München, sum í gjár vann 5-0 heima móti Dynamo Kiev, er á odda í bólkinum.
(rælttað kl. 10.00 - skeiv mynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald