Farna kappingarár tapti Liverpool bert ein Premier League dyst. 2-1 ósigurin á Etihad 3. januar - fyri júst einum ári síðani í dag - kostaði dýrt. Tí tað var Manchester City, ið vann beinhørðu kappingina við einum stigi.
Í ár er Liverpool á veg ímóti at fáa fleiri enn tey 97 stigini, ið júst ikki rukku til fyrsta Premier League-heiti felagsins seinasta kappingarár, og Liverpool er á veg ímóti einum tryggum meistaraheiti. 58 stig fyri 20 dystir er óhoyrt. Bert Manchester United hevur megnað at fingið stig frá monnum Klopps.
Liverpool kom uppá 58 stig við at vinna 2-0 á Sheffield United í gjárkvøldið. Hetta var ligadystur dystur nummar 51 á rað uttan ósigur á Anfield - 41 av hesum dystunum eru endaðir við sigri til "The Reds". Seinast Liverpool tapti á heimavølli í Premier League var 10. apríl 2017, tá Crystal Palace vann 2-1. 12 dystir eru eftir til metið.
Millum 1978 og 1980 spældi Liverpool, undir leiðslu av Bob Paisley, 63 dystir á rað í fremstu ensku deildini á Anfield uttan at tapa. Metið eigur Chelsea tó greitt: 86 dystir á heimavølli í Premier League millum 2004 og 2008 uttan ósigur.
Les eisini: Liverpool í sama lagi
Undir Mourinho var Chelsea ósigrað í heili 40 dystum eitt tíðarskeið 2004-2005. Metið fyri flest dystir á rað uttan ósigur í Premier League yvirhøvur eigur Arsenal. "The Invincibles" taptu ongan dyst í meistaraárinum 2003-2004. Røðin byrjaði í endanum av kappingarárinum frammanundan og helt sær til 24. oktober 2004, tá arvafíggindarnar Manchester United steðgaðu røðini á 49 dystir á dramatiskan hátt við 2-0 sigri á Old Trafford.
Hetta metið er Liverpool tætt við at uppnáa - síðani 3. januar 2019 hevur Liverpool spælt 37 dystir í Premier League, og eingin er endaður við ósigri, meðan heili 32 av teimum eru endaðir við sigri til liðið hjá Klopp. Tað krevst, at Liverpool fær stig í næstu 12 dystunum, ið byrja við einari uppgávu á útivølli móti Tottenham 11. januar.
Vikuskifti eftir tað kemur Manchester United á vitjan. Næstseinasti dystur í hesari røðini er ein grannauppgerð á Goodison Park 14. mars. Sum støðan er í løtuni, kann Liverpool gerast meistari tann dagin. Dystur nummar 12 (49) er á Etihad leikvøllinum 4. apríl.
Um Liverpool tann dagin javnar metið, og longu er ella gerst meistari, er ilt at spáa um. Tað er tó als ikki ósannlíkt, og í øllum førum er greitt, at Jürgen Klopp hevur gjørt eitt megnararbeiði, og tað sum liðið er í gongd við er óvanliga flott. 101 stig seinasta árið, City hevur 94, og tað er 2,7 stig í miðal. Arsenal hevði 2,5 í sínum 49 dystum.
Álopsparturin hjá Liverpool fær nógv rós, og tað er eisini uppá sítt pláss, men tað er sterki verjuparturin, ið tykist vera grundarlagið. Við serliga Allison og Van Dijk er nógv broytt, og bert 26 mál eru latin inn, og 16 ferðir síðani fyrst í januar í fjør er málið hildið reint.
Síðani kappingarbyrjan í 2018 hevur Liverpool tapt tríggjar ferðir á útivølli í Champions League: Tvær ferðir móti Napoli og eina ferð móti Barcelona. Eingin av hesum ósigrunum hevur havt nakran týdning, og liðið hjá Klopp roynir at verja sítt heitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald