Fótbóltur

Liverpool í sama lagi

Salah og Mané syrgdu fyri, at liðið hjá Klopp byrjaði 2020 væl.

Sadio Mané skoraði sítt mál nummar 11 í kappingarárinum (Mynd: EPA)

Sadio Mané skoraði sítt mál nummar 11 í kappingarárinum (Mynd: EPA)

2020-01-03 08:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í 21. umfari í Premier League varð leiktur á Anfield í gjárkvøldið, har Liverpool tók ímóti Sheffield United.

Í dystinum millum oddaliðið og uppflytaran, ið hevur gjørt tað sera væl í ár, var tað suverena oddaliðið, ið var greitt omaná í spælinum og økti um munin í oddinum. Leicester og Manchester City vunnu nýggjársdag, men menninir hjá Klopp tyktust ikki at merkja nakað til trýstið: longu eftir fýra minuttir í gjárkvøldið var 1-0 til Liverpool, tá Mohammed Salah sló til. Sadio Mané økti um leiðsluna stutt áðrenn, at ein tími var leiktur, og 2-0 gjørdist endaliga úrslitið. 

[object Object]
Mané økir um leiðsluna hjá Liverpool (Mynd: EPA)

Hetta ger, at Liverpool nú hevur 13 stig niður til Leicester og 14 til City; liðini á 2. og 3. plássi hava eisini leikt ein dyst fleiri enn Liverpool. Nú er steðgur í Premier League í eina viku - hetta vikuskifti er FA Cup á skránni. Liverpool skal dystast við grannarnar úr Everton, og hetta verður sostatt fyrsta Merseyside-derby millum Ancelotti og Klopp.

Premier League, 21. umfar:

Í gjár:
Liverpool - Sheffield United 2-0 (1-0)

Úrslitini 1/1
Brigthon - Chelsea 1-1 (0-1)
Burnley - Aston Villa 1-2 (0-2)
Newcaslte - Leicester 0-3 (0-2)
Southampton - Tottenham 1-0 (1-0)
Watford - Wolves 2-1 (1-0) 
Manchester City - Everton 2-1 (0-0)
Norwich - Crystal Palace 1-1 (1-0)
West Ham - Bournemouth 4-0 (3-0)
Arsenal - Manchester United 2-0 (2-0)

Les eisini: 
Liðini í topp-fýra stríðnum snávaðu øll
Jesus gav Ancelotti fyrsta ósigurin í Everton
Fyrsti sigurin hjá Arteta sum høvuðsvenjari veruleiki


Støðan: 
1. Liverpool (58 stig) - 20 dystir
2. Leicester (45 stig) - 21 dystir
3. Manchester City (44 stig) - 21 dystir
4. Chelsea (35 stig) - 21 dystir
5. Manchester United (31 stig) - 21 dystir
6. Tottenham (30 stig) - 21 dystir
7. Wolves (30 stig) - 21 dystir
8. Sheffield United (29 stig) - 21 dystir 
9. Crystal Palace (28 stig) - 21 dystir 
10. Arsenal (27 stig) - 21 dystir
11. Everton (25 stig) - 21 dystir
12. Southampton (25 stig) - 21 dystir
13. Newcastle (25 stig) - 21 dystir
14. Brighton (24 stig) - 21 dystir
15. Burnley (24 stig) - 21 dystir
16. West Ham (22 stig) - 20 dystir
17. Aston Villa (21 stig) - 21 dystir
18. Bournemouth (20 stig) - 21 dystir
19. Watford (19 stig) - 21 dystir
20. Norwich (14 stig) - 21 dystir 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder