Hóast tap í dag í finaluni ímóti Íslandi vístu Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis, at føroyskur sandflogbóltur hevur flutt seg langt uppá fá ár.
Osla og Maria Teresa máttu lúta fyri einum sera væl kempandi íslendskum liði og fingu sostatt eitt 2. pláss, silvurkrónur og pláss í EM endaspælinum í 2027 heim við sær úr Andorra.
Sí eisini: Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis vunnið seg í finaluna og til EM næsta ár
Hóast teirra unga aldur, eru Osla og Maria Teresa okkara fremstu kvinnuligu sandflogbóltsleikarar. Spennandi verður at síggja tær til komandi FM stevnurnar, til EM endaspælið komandi summar og helst eisini til Oyggjaleikirnar komandi summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald