Hondbóltur

Ov stór sveiggj í spælinum móti Svøríki

Føroyar vóru aftanfyri 1-7 tíðliga í dystinum á Skála og skoraðu bert tvey mál fyrstu 16 minuttirnar í seinna hálvleiki á Skála í gjár. Tó kom liðið væl aftur í báðum førinum og hevur helst fingið fitt burturúr EM-fyrireikingardystunum.

Súna Krossteig Hansen kom inn og gjørdi mun í 1. hálvleiki við sínum ágangandi spæli og fintum. Hon skoraði trý mál og legði upp til nøkur. 24-ára gamli Skanderborg-spælarin er fyri stuttum komin fyri seg eftir fótskaða (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen kom inn og gjørdi mun í 1. hálvleiki við sínum ágangandi spæli og fintum. Hon skoraði trý mál og legði upp til nøkur. 24-ára gamli Skanderborg-spælarin er fyri stuttum komin fyri seg eftir fótskaða (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-24 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir teir báðar fyrireikingardystirnar móti Svøríki B - spælarum sum verða mettar at júst ikki verða nóg góðar til sterka svenska A-landsliðið í løtuni - er millum annað greitt, at neyðugt er við einum meira samansettum avriki yvir 60 minuttir til dystirnar í endaspælinum í Sveis.

Í fyrra dystinum í Klaksvík fríggjakvøldið vóru Føroyar á odda við fimm málum fimm minuttir fyri steðgin og sóu út til at hava gott tamarhald á dystinum. Eftir steðgin vantaði álopsspælið tó rútmu í løtum, tekniskar villur kostaðu mál í kontra og aðru bylgju hjá Svøríki, og ov nógv mál komu inn.

Sí eisini: 
Svøríki var sterkari eftir steðgin og vann við einum máli
Ljóð:- Villur og kontra kosta okkum

Í seinna dystinum á Skála í gjár var 1-7 eftir átta minuttir. Føroyar brendu møguleikar og blakaðu bóltar burtur, samstundis sum hol var í verjuni. Síðani reisti føroyska liðið seg so mikið - har serliga Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy saman við sterkum verjuparti gjørdu mun - at man tveir minuttir fyri steðgin kundi lagt seg á odda.

Ístaðin fyri fór Svøríki frá aftur, og næstu 18 leikminuttirnar skoraði føroyska liðið bert tvey mál, og Rakul Wardum helt sum so heimaliðnum inni í dystinum. Pernille Brandenborg skoraði bæði oamanfyrinevndu føroysku málini og var nummar 18 hjá Føroyum toppskjútti við seks málum. Strikuspælarin og liðskiparin Føroyum skoraði 6 mál og er ein góð loysn at spæla á; serliga tá duelspælið ikki eydnast. Hetta gjørdi tað ikki fyrenn seinna helming av 2. hálvleiki, tá veruligur spenningur kom í dystin aftur.

[object Object]
Pernille Brandenborg skorar eitt av sínum seks málum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Maria Pálsdóttir Nólsoy var væl spælandi í fyrra hálvleiki. Hon skoraði fimm mál og legði upp til nøkur í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Rakul vil ikki rósa sær sjálvari
Lív Poulsen: - Skunda okkum ov nógv í løtum

Tað er ein sannroynd, at svenska liðið hevur fingið sett sítt verjuspæl meira eftir føroyska liðnum eftir 1. hálvleik í Klaksvík. Tað at forða gjøgnumbrotum er ein lykil móti Føroyum, og svenska liðið fekk nýtt hendan í løtum. Talan er ikki um eitt landslið sum so, so tá spælararnir - harav fleirir spæla fyri svenska meistaraliðið Sävehof og summar í Danmark og Fraklandi - líka finna rútmuna saman, so verður tað ein sterk mótstøða. Kropsliga, og í mun til hædd, var Svøríki eisini sterkari enn Føroyar.

Givið er, at venjararnir hava roynt nógv ymiskt í hesum venjingardystunum: Í verjuni men sanniliga eisini í álopinum. Samansetingarnar í bakketuni vóru samanlagt 7-8 í tali báðar dagarnar, og sumt eydnaðist als ikki væl. Simon Olsen og Claus Mogensen hava tó helst fingið nøkulunda tað burturúr saman við liðnum, sum man vildi. 

Føroyar vóru í støðunum til at fáa "stig" seint í báðum dystinum. Tað kann tó staðfestast, at man noyðist at spæla meira gjøgnumførdar dystir, um man vil kappast nakað við Kroatia og Sveis og ikki tapa alt ov stórt fyri Danmark í Basel.

Seinni EM-fyrireikingardysturin 
Á Skála í gjár, leygardagin 23. november
Føroyar  - Svøríki B 26-28 (14-16)

Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 2-7
15 min: 6-9
20 min: 9-11
25 min: 11-12
30 min: 14-16
35 min: 14-19
40 min: 14-21
45 min: 16-22
50 min: 19-23
55 min: 22-25
60 min: 26-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Pernillle Brandenborg 6 (1)
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5
Lukka Arge 3 (3)
Súna Krossteig Hansen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Jana Mittún 2
Rannvá Olsen 2
Rakul Wardum 1
Turið Arge Samuelsen 1

Tær flestu spældu rímiliga nógvar minuttir hetta vikuskift. Tó vóru Marita Mortensen og Lív Bentsdóttir Zachariasen heilt lítið inni. Elsa Egholm varð spard báðar dagarnar vegna vøddatrupulleikar í baklærinum. Pernille Brandenborg spældi bert seinna dystin - hon var sjúk fríggjadagin.

Bjargingar:
Rakul Wardum: 12/39
Annika Fríðheim Petersen 1/2 (Bæði brotskøst)

Tøl: Hondbóltssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder