Hondbóltur

Pætur Mikkjalsson verður liðfelagi hjá Paula Mittún

Strikuspælarin skiftir til Team Sydhavsøerne eftir eitt ár í bestu svensku deildini. 26-ára gamli landsliðsspælarin vil stríðast um uppflyting til bestu donsku deildina og samstundis lesa vøddaviðgerð.

Pætur Mikkjalsson í skotroynd í minniliga EM-dystinum móti Noreg í januar. Strikuspælarin fer skjótt aftur til danskan hondbólt og verður helst liðfelagi við tveir aðrar hoyvíkingar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pætur Mikkjalsson í skotroynd í minniliga EM-dystinum móti Noreg í januar. Strikuspælarin fer skjótt aftur til danskan hondbólt og verður helst liðfelagi við tveir aðrar hoyvíkingar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-29 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir páskir skal Hallby spæla upp- og niðurflytingardystir moti Vinslöf, sum endaði nummar fimm í næstbestu svensku deildini. Hallby skal vinna tríggjar av teimum fyri at halda plássinum í Handbollsligaen.

Les meira: Rói skal stríðast fyri plássinum í bestu svensku deildini

Hallby hevur tveir føroyskar landsliðsspælarar og hoyvíkingar í hópinum. Bæði Rói Ellefsen á Skipagøtu og Pætur Mikkjalsson komu til felagið í Jönköping síðsta summar - Rói úr H71 og Pætur úr AMO í næstbestu svensku deildini.

Pætur Mikkjalsson spælir ikki nógv beint nú. Stóra orsøkin er, at Pætur skiftir úr svenskum hondbólti til danskan hondbólt í summar, og Hallby harvið vil nýta teir strikuspælararnar, sum halda fram.

Skiftið til Team Sydhavsøerne í summar er uppá pláss, og tað varð kunngjørt í Trop-poddinum í vikuni. Har greiddi Pætur Sjúrði og Helga Hildarssyni Hoydal frá støðuni. 

[object Object]
Pætur Mikkjalsson hevur verið fastur partur av landsliðnum seinastu árini - her til venjing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

26-ára gamli strikuspælarin kundi avdúka, at hann verður liðfelagi við Paula Mittún, sum eisini er A-landsliðsspælari, í næstbestu donsku deildini næsta kappingarár. Brandur Halgirsson er framvegis í felagnum, og vónin er, at sterki føroyingurin verður tøkur aftur í summar. Brandur hevur havt drúgvan skaða, sum hevur hótt hondbóltsleiðina.

Team Sydhavsøerne kappaðust um play-off plássini til tað síðsta hetta kappingarárið og endaðu á 5. plássi.

Sí eisini: Ungur føroyingur við í søguligari uppflyting - samanumtøka av føroyingunum í næstbestu donsku deildini

Pætur skal lesa til vøddaviðgera ( fysioterapeut) í Keypmannahavn og royna at flyta seg sum hondbóltsspælara samstundis. Á Lollandi skal Pætur Mikkjalsson avloysa stinna Daniel Astrup, sum skiftir til júst svenskan hondbólt.

Stóri og sterki hoyvíkingurin hevur áður spælt í næstbestu donsku deildini - eitt kappingarár við SUS Nyborg. Eisini hevur Pætur roynt seg í KA í bestu íslendsku deildini, umframt nú í Svøríki. Í Føroyum hevur strikuspælarin umboðað H71 og Neistan. Seinastu árini hevur Pætur Mikkjalsson verið fastur partur av A- landsliðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder