
Pætur J. Petersen skifti seinasta vetur úr EB/Streymi til HB. Skálvíkingurin spældi tilsamans 34 dystir og skoraði 8 mál fyri besta liðið hjá HB í farna kappingarári. Millum annað skoraði hann útjavnandi málið í Europa League heimadystinum móti Linfield, og og avgerandi málið í 1. umfari í steypakappingini móti NSÍ - bæði vóru í Gundadali heilt seint í dystinum.
Eisini spældi Pætur fimm dystir við 1. deild, har hann skoraði tvey týdningarmikil mál í seinasta dystinum móti 07 Vestur, ið vóru við til at halda HB í deildini.
Í vetur hevur Pætur hevur royndarvant uttanlanda, og hevði hann møguleikan at fara til Íslands at spæla. Valið fall tó á at spæla við HB í 2020:
– Eg føli meg heima í HB, og valið stóð millum at halda fram her ella at royna meg uttanlands. Eg hevði eitt gott prát við Berthel ( venjarar Jens Berthel Askou, red.) og mátin hann vil hava okkum at spæla passar væl til mín egna spælistíl. HB er í einari professionellari tilgongd, og tað vil eg gjarna verða ein partur av.
Soleiðis sigur Pætur Petersen við heimasíðuna hjá HB. Kantspælarin slær fast, at hann vil lyfta sítt støði og gerast ein týdningarmikil brikkur í offensiva spælinum hjá liðnum. Nú Símun Samuelsen er givin, gerst møguleikin fyri hesum eisini størri.
Pætur J. Petersen hevur sín eyðkenda leikhátt, og sigur at hann vil undirhalda fjøldina.
Nýggi sáttmálin millum partarnar er galdandi fyri 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald