Fótbóltur

Páll er aftur á liðnum

Tað er fyrstu ferð í næstan tveir mánaðir, at 31-ára gamli áleyparin byrjar inni. Bob Sumareh er eisini við frá byrjan. KÍ skal í evropeiska eldin klokkan 17. Dysturin verður stroymdur á Televarpinum.

2021-07-08 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein hálvan tíma bresta RFS og KÍ saman á Slokas Stadium í lettiska býnum Jürmala. Liðið úr Riga kann ikki spæla sínar evropeisku dystir á vanliga heimavølli sínum.

Talan er um grasvøll, og hitastigini eru omanfyri tjúgu. 

Mikkjal Thomassen hevur valt hetta liðið til fyrstu evropeisku uppgávuna hjá KÍ í summar: 

Mattias Rosenørn - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Dani Pavlovic, Claes Phillip Kronberg - Páll Andrasson Klettskarð, Bob Sumareh

Á bonkinum: Kristian Joensen, Símun Kalsø, Jonn Johannessen, Ivar Sollie Rønning, Daniel Björkman, Jasper van der Heyden, Dávid Biskopstø Andreasen, Børge Petersen, Boris Došljak, Óli Eyðsteinsson Poulsen.
Dávid Langgaard stendur eisini á listanum, men hann er ikki førur fyri at spæla

Talan verður helst um ein 4-4-2 ella eitt slag av 4-5-1. KÍ spælir í hvítum í kvøld.

Dysturin byrjar klokkan 17 og kann síggjast á R2 hjá Telvarpinum fyri eitt gjald á 43 krónur. Tað ber bert til at síggja dystin her, um ein er staddur í Føroyum. Til ber eisini at fylgja gongdini á forsíðu okkara.

Les eisini: 
NSÍ og KÍ eru undirtippaði
KÍ skal byggja uppá úrslitini og avrikini seinastu árini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder