Fótbóltur

Páll Klettskarð: - Var beinanvegin til reiðar at fara við

- Havi stóra virðing fyri Eyðuni og Atla og var púra avgjørdur, tá teir settu seg í samband við meg. Toppskjúttin í Betrideildini er aftur á landsliðnum, sum hevur týðandi dystir í næstu viku.

- Hetta

- Hetta "málið" við landsliðnum og mær hevur ofta fylt heldur nógv, og tað er bara stuttligt at vera við nú. Haldi hetta er eitt positivt trýst, sigur 34-ára gamli Páll Andrasson Klettskarð um uppgávurnar (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-11-08 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er stuttligt. Gott at vera á heimavølli og á landsliðnum

Soleiðis segði Páll Andrasson Klettskarð við einum stórum smíli, tá Portalurin tosaði við klaksvíkingin eftir landsliðvenjingina við Djúpumýru í vikuni.

Hansara navn og landsliðið hava verið nógv knýtt saman seinastu árini. Ikki tí at Páll hevur verið fastur á listanum , tá úttøkur hava verið – tvørturímóti hevði KÍ'arin bert verið einaferð úttikin síðani 2017, áðrenn navn hansara var á listanum mánadagin. Seinast var í mars 2023, og tá fekk áleyparin bert umleið 10 minuttir, har Føroyar í stóran mun vóru í verjustøðu í Moldova.

[object Object]
Páll Andrasson Klettskarð kom aftur á landsliðið tíðliga í fjør, men tað var bert til einu samlingina (Mynd: Sverri Egholm)

Vit spurdu Páll Klettskarð, um tað kendist sum ein lætti at vera aftur á landsliðnum eftir nógv prát um "Páll og landsliðið":

- Eg veit ikki, um tað er ein lætti, men tað er í øllum førum ein spennandi avbjóðing. Hetta "málið" við landsliðnum og mær hevur ofta fylt heldur nógv, og tað er bara stuttligt at vera við nú.

[object Object]- Teir setti seg í samband við meg, og eg var púra avgjørdur (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]Eitt av 23 málunum hjá Pálli í Betrideildini í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð hevur eina rúgvu av málum seinastu árini – støðugur málskjútti í Betrideildini umframt níggju evropeisk mál síðani 2020 - og hevur hann eisini á annan hátt gjørt mun fyri KÍ. Nakað eftir at áleyparin óvæntað varð vrakaður aftur á sumri í fjør, tók hann avgerðina um, at hann ikki var tøkur fyri Håkan Ericson longur.

Eftir dystin móti Lettlandi seinast vórðu Håkan Ericson við toymi uppsagdir, og U21-landsliðsvenjararnir Eyðun Klakstein og Atli Gregersen tóku við sum fyribils venjarar til dystirnar í Armenia og Norðurmakedónia í næstu viku. So var spurningurin, um greiði toppskjúttin í Betrideildini mundi fara at verða á lista teirra.

Sí eisini: Páll varð greiður toppskjútti í Betrideildini

Sí eisini: Hallur og Páll eru við aftur

Páll staðfestir fyri Portalinum, at hann ikki ivaðist, tá fyrrverandi venjari sín í KÍ og fyrrverandi liðfelagin í Vìkingi – og á landsliðnum – sendu boð eftir honum:

- Teir setti seg í samband við meg, og eg var púra avgjørdur. Tað eru tveir menn, sum eg havi stóra virðing fyri, so tá eg fekk uppringingina og fyripurningin um at hjálpa til, so var eg beinanvegin til reiðar.

Men kennir tú nakað av trýsti, nú tú aftur ert við og skal prógva teg á stóra pallinum – her eru ikki nógvir aðrir áleyparar við, og vit skulu jú hava stig burturúr?

- Sum tú sigur, so er tað eitt slag av trýsti, men tað er eitt positivt trýst, haldi eg. Eg vóni, og gleði meg til, at fáa ein leiklut hesar dystirnar. At skula niður at fáa stig merkir, at útgangsstøði er, at helst halda málið reint og so gjarna fáa mál.

Til seinast spurdu vit 34-ára gamla áleyparan, um hesir landsdystirnir verða tað fyri hann, ella um meira er í væntu.

- Sum tað er beint nú, so spæli eg fótbólt og trívist øgiliga við tí. Nú taka vit hesar báðar landsdystirnar fyrst – teir gleði eg meg sum sagt ótrúliga nógv til – og so fáa vit at sígga.

Sí eisini: Sølvi: - Møguliga mínir seinastu landsdystir

Føroyska manslandsliðið venur í dag. Tað verður fyri fjórðu ferð hesa vikuna, at teir, sum til dagliga spæla í Føroyum, savnast. Mánadagin verður long ferð til Armenia, har fyrri dysturin verður spældur hósdagin 14. november. Seinasti dysturin í hesari Nations League-kappingini er á skránni í Skopje sunnudagin 17. november. Føroyar eru aftast í bólkinum undan hesum dystunum.

Sí eisini: Noah: - Skuldi finna fótbóltsgleðina aftur í HB

Sí eisini: Børn og ung fylkjast um føroyska liðið (myndir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder