Fótbóltur

Páll og Forren millum teir fyrstu ellivu

Og Claes Kronberg spælir eisini sín fyrsta evropeiska dyst síðani tann í Molde. Tað verður helst við trimum miðverjum aftur hjá KÍ - Lille hevur nógvar ungar spælarar.

Páll Andrasson Klettskarð er til reiðar frá byrjan (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Andrasson Klettskarð er til reiðar frá byrjan (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-05 16:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.45. Byrjanaruppstillingarnar hjá KÍ og Lille eru nú kunngjørdar.

Sambært uefa.com spælir KÍ 4-3-3, men allarhelst verður Deni Pavlovic ella René Shaki Joensen triðji miðverjin, og leikskipanin er 5-4-1/3-4-3.

[object Object]
Mynd: uefa.com

KÍ (5-4-1/3-4-3):
 Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg - Páll Andrasson Klettskarð

Sí eisini: 
Páll: - Haldi eg kann vera ein hóttan í brotsteignum
Páll er til reiðar at byrja inni


Eins og høvuðsvenjarin avdúkaði á tíðindafundinum í gjár, so verða fleiri broytingar gjørdar, og nógvir ungir mans sleppa framat. Millum annað eru toppskjúttin Jonathan David, tann mest skapandi, Remy Cabella, og fyrrverandi Manchester United-spælarin, Angel Gomes, á bonkinum. Vito Mannone verjir málið. 17-ára gamli Leni Yoro er í miðverjini, og Ayyoub Bouaddi er á sentrala miðvøllinum. Hann er næstan júst fyltur 16 ár.

[object Object]
Pablo Fonesca í miðjuni og málverjin Vito Mannone til høgru (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Lille fer at spara eitt sindur móti KÍ í kvøld

Atongumerkjasølan hevur ikki gingið heilt væl. Tó vera helst nøkur túsund til stóra dystinum á Tórsvølli í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.45. Dysturin sæst á TV2 Sport C/TV Play, og bæði KVF og FM1 hava útvarpsfrásøgn. Portalurin er til staðar á Tórsvølli.

UEFA Europa Conference League bólkur A, 2. umfar
Tórsvøllur, hósdagin 05.10
(17.45): KÍ - LOSC Lille

17.45: Olimpia Lublijana - Slovan Bratislava

Støðan: 
LOSC Lille 3 stig
Slovan Bratislava 3 stig
KÍ 0 stig 
Olimpia Lublijana 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder