Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar Golffelag fyri golfkapping yvir tveir dagar á breytini á Glyvursnesi.
Talan var um kappingina Hilton Garden Inn Open, ið var skipað sum ein sokallað stablefordkapping við 75 prosent handicap. Spæld vóru 36 hol yvir tveir dagar.
Palli Henriksen gjørdist vinnari av kappingini við 61 stigum, sama stigatal sum Bjarne Jørgensen, sum endaði á øðrum plássi hóast hann hevði sama stigatal. Tá tað stendur á jøvnum í slíkum kappingum, er tað spælarin við lægri handicappi, sum vinnur.
Nummar trý gjørdist Óskar Eiríkson við 60 stigum.
Skipað var eisini fyri eini kapping fyri seniorar, sum spældu 9 hol hvønn dagin. Her vann Janus Norðberg framman fyri Páll Kjærbo og Kaj Anthoniussen.
Eisini varð kappast um hvør lá nærmast teimum báðum par-3 holunum hesar dagarnar. Leygardagin vunnu Emil Jakobsen og Palli Henriksen. Sunnudagin vóru tað Rógvi Mikkelsen og Janus Norðberg.
Næsta kappingin á Glyvursnesi verður eisini ein opin kapping, t.v.s. at eisini golfspælarar, sum ikki eru limir í Tórshavnar Golffelag kunnu vera við. Taðan er um Føroya Banka Open, sum verður hildin leygardagin 27. juli.
Kaj Anthoniussen, Janus Norðberg og Páll Kjærbo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald