Tað gongur væl hjá føroysku spælarunum í bestu íslendsku deildini í løtuni.
Síðsta vikuskifti skoraðu bæði Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen í 5-4 sigri hjá Breiðablik - Klæmint stútaði avgerandi málið í yvirtíðini - og Gunnar Vatnhamar skoraði einsamalla máli fyri Víking Reykjavík, eisini við sterkum stútara. Mikukvøldið eydnaðist eisini Pæturi Petersen at koma á máltalvuna, tá KA vann 4-2.
Les eisini:
Pætur skoraði í heimasigri hjá KA
Gunnar stútaði Víking til sigurs
Klæmint gjørdist avgerandi á málveitslu
(Hæddarpunktini frá einstøku dystunum síggjast á leinkjunum í tekstinum)
Aftur í gjárkvøldið fingu føroyingar stig, og ein var veruliga við í einum máli. Breiðablik gjørdi skjótt av á útivølli móti Stjarnuni. Longu eftir tíggju minuttir vóru tvey mál komin - Breiðablik skoraði bæði - og so komu ikki fleiri mál enn hesi í dystinum. Tað fyrra var eftir upplegg frá Patriki Johannesen, sum hesaferð spældi á miðvøllinum. Sambært mbl.is var talan um góða sending úr vinstru.
Trý stig vóru sjálvandi jalig, og Klæmint Andrasson Olsen fekk eisini eitt korter á vøllinum og kom til góðan málmøguleika. Tað keðiliga var, at Patrik Johannesen noyddist av vølli við skaða í 38. minutti. Við Portalin sigur tvøramaðurin, at hann fekk eitt slag inn á knæið, meðan fóturin stóð fastur í vøllinum. Knæðið snaraði harvið eitt sindur - tíbetur vísa fyrstu kanningarnar á, at liðbondini ella krossbondini ikki hava fingið skaða. Vónandi er bert talan um slag - Patrik skal til nærri kanningar í dag.
Patrik í dysti fyri felagið, sum keypti hann í vetur. Landsliðsáleyparin hevur longu verið við í fleiri málum fyri Breiðablik - so er spurningurin, hvussu skaðastøðan verður (Mynd: Kristinn Steinn Traustason)
Gunnar Vatnhamar hevur bert roynt at vunnið í Íslandi higartil (Mynd: Kristinn Steinn Traustason)
Hjá Víkingi og Gunnari Vatnhamar var eingin slingur í valsinum. Víkingur Reykjavík vann á Keflavík heimavølli. Fýra ferðir fingu teir í reyðum og svørtum bóltin framvið Mathiasi Rosenørn í Keflavík.
Hesaferð skoraði Gunnar ikki, men leirvíkingurin var stinnur í verjuni hjá Víkingi - sambært Morgunblaðnum spældi landsliðsspælarin sum vinstri miðverjun. Hetta var sætti dystur í Íslandi hjá Gunnari Vatnhamar. Víkingur Reykjavík hevur vunnið allar, og fýra teir seinastu dystirnar hevur Gunnar spælt á tamb.
Víkingur er oddalið við fullum stigatali fyri fimm umfør. Breiðablik er seks stig aftanfyri og á 4. plássi. Pætur Petersen og KA hava átta stig á 5. pláss - sí alla stigatalvuna her. 4. umfar er á skránni sunnukvøldið - KA spælir í Kópavági - og mánakvøldið, tá tá bæði Víkingur og Breiðablik eru á útivølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald