Tað gekk ikki hjá Gunnari Vatnhamar og Víkingi Reykjavík í 1. umfari í Champions League, men íslendskur fótbóltur hevði trý lið við í 1. umfari í Conference League, og øll spældu seg víðari.
Harvið skulu fýra íslendsk feløg spæla í 2. umfari í Conference League næstu vikurnar - tapararnir í 1. umfari í Champions fara beinleiðis har.
Sí eisini: Gunnar og teir eru úti av Champions League
Breiðablik blakaði eina tvey-máls leiðslu burtur í fyrra dystinum móti Tikves í Norðurmakedónia. 2-3 áðrenn seinna dystin og longu í 9. minutti í Kópvági bleiv 0-1. Breiðablik reistist tó, og eftir átta minuttir í 2. hálvleiki var javnvág í samanlagt (4-4)
Patrik Johannesen kom á vøllin í 75. minutti. Tað líktiskt longdari leiktíð, men í 85. minutti kroysti Breiðablik útiliðið til at gera sjálvmál og helt síðani fast. Her átti sín leiklut í málinum: Hann sendi bóltin væl innum verjuna. Liðið, sum var í bólkaspælinum í kappingini í fjør, víðari til 2. umfar.
Mathias Rosenørn spældi fyri KÍ í 2021 og 2022 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Tað er Stjarnan eisini. Liðið vann 2-0 í heimadystinum móti Linfield, men eftir 87 minuttir í Belfast í gjár var 3-1 og harvið 3-3 samanlagt. So sló innskifti Hilmar Halldórsson til og sendi Stjarnuna framvið norðurírska felagnum, sum fýra ymisk føroysk feløg hava tapt samanlagt ímóti.
Ein gamal kenningur í føroyskum fótbólti vardi íslendska málið. Hetta eydnaðist ikki so væl á degnum hjá Mathiasi Rosenørn, men 31-ára gamli danin heilt málið reint í fyrra dystinum, og fyrrverandi KÍ-málvejrin bjargaði eisini brotssparki hjá Linfield tá.
Í Albania vann Valur heili 4-0 á Vllzanua - tað endaði 0-0 í Reykjavík. Harvið hevur íslendskur fótbóltur fingið nógv plussir á styrkisstiganum í hesum umfarinum.
Í 2. umfari spæla Patrik og Breiðablik móti Drita úr Kosovo, Valur móti skotska St. Mrirren, og Rosenørn og liðfelagirnir burdu havt fínan møguleika móti estiska Paide Linnameeskond - liðnum sum B36 sló út í fjør. Víkingur Reykjavík skal spæla móti albanska Egnatia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald