Hondbóltur

Pauli Høj fer til Noregs at royna seg

Neistamaðurin hevur gjørt eitt-ára sáttmála við Bergsøy í næstbestu norsku deildini. 23-ára gamli vinstri vongurin tekur nú næsta fetið í royndini at gerast yrkisspælari.

2025-07-09 22:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Okkara Pauli Høj fer at spæla við Bergsøy í næstbestu norsku deildini næsta kappingarár.

Soleiðis skrivar Nestin á Facebook-síðu sínari í kvøld.

Samstundis sum barndómsfelagið ynskir Paula tillukku við nýggju avbjóðingini og takka honum fyri stórt íkast og trúgva tænastu í Neistanum, fegnast tey í Bergsøy Handball:

- Pauli er ein góður vongur, sum megnar at spæla á høgum stigi - bæði í álopi og í verju. Hetta hugdu vit eftir, tá Mikkel Hansen (ikki TANN Mikkel Hansen, red) fór heim aftur til Danmarkar. Pauli er ein íðin spælari og persónur, sum vit vóna fer at gera sítt til at byggja á góðu mentanina í Bergsøy, sigur venjarin Peter Pucelj.

Felagið hevur heimstað í einum lítlum býi í Møre og Romsdal-økinum í vestara parti av Noreg.

[object Object]

[object Object]
Pauli Høj í U21 HM í 2023. Bergsøy leggur eisini dent á, at Pauli hevur U-landsliðsroyndir (Myndir: Sverri Egholm)

Talan er um eitt lið, sum ætlar at bjóða av um uppflyting til bestu deildina. Hetta verður fyrsta fetið útum Føroyar, og frá Neistanum, hjá Paula í felagshondbólti. 23-ára gamli vongurin sigur við bergsoyhandball.no, at hann heldur, at hetta er rætta tíðin at taka næsta stigi á hondbóltsleiðini. 

- Eg eri ein spælari fullur í orku. Mær dámar at geva av mær sjálvum - til liðfelagar og til áskoðarar. Ein stríðsmaður sum altíð gevur sær 100 prosent. Eg kann verja sum "tvey'ari" í verjuni - á bakkinum - og taki eina harða takkling við einum smíli. So vóni eg sjálvandi at halda fram at skora nógv mál.

Júst tað at Pauli Høj skoraði 88 mál í Burn-deildini, 4,4 í miðal í grundspælinum verður nevnt. Nýggja felagið hjá føroyska vonginum dregur eisini fram, at Pauli longu hevur verið við til nógv stórt á hondbóltsleiðini: Hann er partur av 02-árganginum og var við at vinna U19 EHF Championship í 2021 og at enda á 7. plássi U21 HM 2023. Umframt hetta hevur Pauli verið partur av bruttohópinum á A-landsliðnum.

Nógvur føroyskir spælarar hava verið í norskum hondbólti seinastu átta árini. í Summar fór Tróndur Mikkelsen "sum tann seinasti" úr Kristiansund, men nú er greitt, at ein føroyingur eisini verður at síggja har í 2025/2026.

- Á vøllinum hevur hann víst eitt serliga gott arbeiðssemi og ein vilja at geva alt – óansæð hvør dysturin er. Hann er ein góð fyrimynd og ein drívmegi í felagnum.

Serliga hava børnini í Neistanum fingið nógv burturúr. Pauli hevur eitt natúrligt og hjartaligt samband við tey – hann minnist nøvnini á børnunum, gevur sær stundir og møtir teimum altíð við einum smíli. Slíkar relatiónir skapa ein sterkan felagsskap – og hetta virði kann ikki ovmetast, skrivar Neistan í sínari fyribils farvælheilsan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder