Saman við spælarum úr stóru hondbóltstjóðunum Noreg, Danmark, Fraklandi, Týsklandi, Svøríki, Spania og Ungarn, er Pernille Brandenborg á evropeiska vikuliðnum fyri tvey tey seinastu umførini í EM-undankappingini.
Tað er evropeiska hondbóltssamgongan, sum hevur sett liðið saman útfrá avrikunum í síðstu viku:
![]()
Mynd: EHF Euro
Hjá Pernille Brandenborg var talan um megnaravrik í fyrra dystinum í síðstu viku. Hann var í Føroyum, har heimaliðið syfti Ísland fyri aðru ferð í undankappingini og tryggjaði EM-plássið.
Staðfest: Føroyar skulu til EM-endaspælið í desember
Liðskiparin hjá Føroyum átti lyklaleiklut í hesum. Pernille skeyt tólv skot - og skoraði tólv mál. Umframt hetta átti stinni strikuspælarin nógvar góðar "screeningar", vann okkurt brotskøst og vísti styrki í miðverjuni.
Pernille Brandenborg og Lív Zachariasen hava tamarhald á støðuni mitt fyri
Fegnast eftir enn eitt mál...
![]()
Og saman við Súnu Krossteig Hansen eftir dystin (Myndir: Sverri Egholm)
Les eisini:
Toppskjútti og dagsins spælari: Pernille við so at siga perfektum avriki
Í Montenegro sunnudagin spældi Pernille Brandenborg lítið í 2. hálvleiki. Hon er skrásett fyri eitt mál har.
Týdningur hennara varð aftur týðiligur, tá á stóð við Tjarnir, og í morgin klokkan 17 vera Føroyar í potti trý, tá lutakastið til EM-endaspælið verður.
Sí eisini: Føroyar skulu spæla EM-endaspæl í Póllandi, Kekkia ella Rumenia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald