Stórskjúttin hjá H71, Peter Krogh, var ikki við flogfarinum, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti fór avstað at spæla tveir sera týðandi dystir móti Montenegro og Danmark.
Peter Krogh og føroyska unnusta hansara skuldu eiga fyri viku síðani, men einki er hent enn, og tí valdi Peter Krogh at setast aftur.
Hondbóltssambandið hevur tí heitt á kollfirðingin Hans Eli Sigurdbjørnsson um at vera við til dystin í Montenegro.
Hans Eli náddi tó ikki at vera við í ferðalagnum, tá landsliðið í morgun fór víðari úr Danmark. Hans Eli fær sostatt eina heldur longri og strævnari ferð áðrenn hann kann vera við saman við liðfeløgunum, sum skulu spæla trupla landsdystin í Podgorica í Montenegro mikudagin klokkan 17.30 lokala tíð.
Hans Eli Sigurdbjørnsson stóð annars á listanum, tá Sonni Larsen kunngjørdi hópin til dystirnar móti Montenegro og Danmark. Men hansara navn stóð bert til dystin móti Danmark.
Hetta var av taktiskum orsøkum, vísti landsliðsvenjarin á – tí hansara styrkir vórðu mettar betri egnaðar móti Danmark.
Um Peter Krogh verður við til ”heimadystin” móti Danmark í Skjern seinnapartin leygardagin, er enn óvist.
Landsliðið spældi í gjár venjingardyst móti Helsingør. Føroyingar vunnu dystin við einum máli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald