Fótbóltur

Petur er nú javnsettur toppskjútti

Eins og Jóannes Bjartalíð, hevur nummar 16 hjá NSÍ skorað sjey ferðir í níggu dystum og áleyparin hevur lagt upp til fimm mál.

22-ára gamli Petur Knudsen gav av álvara verjupartinum hjá HB høvuðbrýggj: Hann legði upp til 1-0 málið og skoraði til 2-0, umframt at hann var við í fleiri øðrum góðum støðum (Mynd: Sverri Egholm)

22-ára gamli Petur Knudsen gav av álvara verjupartinum hjá HB høvuðbrýggj: Hann legði upp til 1-0 málið og skoraði til 2-0, umframt at hann var við í fleiri øðrum góðum støðum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-23 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var í vetur leingi ivasamt, um hann fór at halda fram í barndómsfelagnum, ella um hann fór uttanlanda at royna seg. Men tað at Petur Knudsen gjørdi nýggjan sáttmála við NSÍ hevur havt sera stóran týdning, tí hansara mál og avrik annars hava gjørt, at runavíkingar av álvara eru við í oddastríðnum.

Petur Knudsen skoraði í 1-1 javnleikinum í Klaksvík og í 1-1 javnleikinum í Gundadali móti B36, og í gjár legði hann upp til 1-0 málið og skoraði til 2-0 við brotssparki, tá NSÍ koppaði HB. Petur var eisini við at fáa brotssparkið, tá hann trekti framvið Bartal Wardum og legði inn til Klæmint Olsen, ið varð koyrdur um koll og hótti fleiri ferðir HB-verjuna við sínari ferð, snildu drilblingum og sínum góða spælskili. 

[object Object]Petur Knudsen var sera eyðsýndur í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

22-ára gamli leikarin hevur ongantíð havt eina so góða byrjan uppá kappingarárið sum í ár og tykist at trívast sera væl í nýggja leiklutinum sum áleypari undir liðuni á Klæminti, og samstarvið við Jann Benjaminsen í vinstru síðu er frálíkt. Fyrsta triðingin hevur Petur Knudsen skorað sjey mál, har trý hava verið sera umráðandi, - tey sum eru nevnd omanfyri. Petur hevur eisini hevur lagt upp til fimm. Jóannes  Bjartalíð hevur skorað eisini skorað sjey mál uppá níggu dystir, harav fimm uppá brotsspark. Petur hevur skorað tvey úr ellivu metrum. Jóannes hevur seks upplegg og hevur harvið eitt málstig fleiri enn Petur (13-12)

Adrian Justinussen er í hølunum á Peturi og Jóannes, hvat málum viðvíkur. Hann skoraði seks mál í fýra dystum, áðrenn hann gjørdist skaddur. Uros Stojanov hjá ÍF og Klæmint Andrasson Olsen, liðfelagin hjá Peturi, hava báðir skorað seks mál. Tað hevur Meinhard Olsen hjá B36 eisini, og hann og liðfelagin Michal Przybylski, ið báðir hava eina fortíð hjá NSÍ, hava níggu málstig og eru tættast uppá Petur og Bjartalíð. 

Tøl: FaroeSoccer og bolt.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder