2018-06-24 21:30

Dysturin í Kazan millum Pólland og Kolumbia endaði við einum 3-0-sigri til Kolumbia. Hetta hevur við sær, at Pólland er úti av HM.
Kolumbia var oman á allan dystin. Yerry Mina legði Kolumbia á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki skoraðu Radamel Falcao og Juan Cuadrado.
Kolumbia hevur nú trý stig og møtir Senegal í síðsta dystinum í bólkaspælinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald