- Tað er 50-50 í dag. Vit halda við Póllandi og Føroyum og fara at syngja við til báðar tjóðsangirnar og skifta blusu ímillum. Ætla eisini at klappa eftir hvørt mál og kunnu ikki heilt tapa í kvøld.
Hetta sigur Sabina Poulsen, sum Portalurin fekk orðið á fyri løtu síðani. Hon og Tomek Przybylski búgva á Hilton við Alexanderplatz - heilt stutt frá Park Inn Raddison har flestu føroyingarnir búgva. Tey hava búð í Føroyum í ávíkavist 18 og 23 ár, hava føroyskt pass og fylgja nú føroyska EM-ævintýrinum í Berlin
- Tað hevur verið fantastiskt. Hetta er nakað serligt at vera partur av, og allir póllendingarnir, sum vit hava snakkað við her og sum skriva, halda eisini at føroyingar eru ótrúligir.
HER ber til at fylgja við okkara bloggi - upp til og undir sjálvum dystinum móti Póllandi
Sabina og Tomek á vitjan í pólsku leguni (Privatmynd)
Her saman við pólska hópinum í gjár - fyri tey er tað heilt serligt, at Føroyar og Pólland eru í sama EM-bólki (Privatmynd)
Tað er millum annað tað, at talan er um eitt lítið land, ið stendur seg so væl, og at eini 5.000 fólk savnast á hendan hátt og stuðla so ógvuliga. Hetta hava stórir pólskir miðlar og fyrrverandi spælarar - so sum Slawomir Szmal - eisini veruliga lagt merki til.
- Tey siga, at man ikki hevur sæð nakað líknandi við áskoðarum til eitt endaspæl leingi - kanska nakrantíð - so tað er ordliga stuttligt.
Fyri Sabinu Poulsen og tey er tað umráðandi, at vera eitt slag av pólskum umboði fyri Føroyar í Berlin, og tað er nakað serstakt fyri tey, at londini eru í bólki saman.
Sabina Poulsen til dyst hósdagin - við Merkinum, føroyskari blusu og ymiskum flaggi málað á hvønn kjálka (Mynd: Sverri Egholm)
Sabina viðurkennir annars, at hon ikki veit nakað serligt um hondbólt. Tað ger Tomek hinvegin. Tey hava verið við til føroysku upphitingarnar, verið framvið til venjing hjá pólska liðnum og annars upplivað býin og serstaka huglagið. Í dag fara tey í høllina og kunnu halda eitt sindur við báðum liðunum.
Pólland hava einki stig fyri tveir dystir, meðan Føroyar hava eitt og harvið ein lítlan møguleika at koma víðari, um tað eydnast at vinna á Póllandi.
Sí eisini:
Skal nógv til fyri at vinna seg víðari
Julian Johansen: - Hugsa als ikki um málúrttøku
Nú standa Føroyar í favorittleikluti
Fyrsta bríksl í Marcedses Benz høllini verður klokkan 17 føroyska tíð. Fylg við okkara bloggi gjøgnum dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald