Berlin, Týskland (Portalurin): Tað tyktiskt óveruligt, tá Føroyar leygarkvøldið á gandakendan hátt fingu javnleik móti mætu hondbóltstjóðini Noreg. Hetta var bert dystur nummar tvey hjá Føroyum í einum A-endaspæli. Okkara vóru ongantíð frammanfyri og vóru aftanfyri við trimum málum, tá tveir minuttir vóru eftir.
Síðani Elias Ellefsen á Skipagøtu fangaði bóltin, vann brotsspakast og skoraði uppá tað, hava nógvir av føroyingum her í Berlin - og aðrastaðni - verið í einum sigursrúsi. Føroyska liðið, og fjepparar tess, eru eisini helst størsta søgan higartil í EM-endaspælinum.
Sí eisini:
Myndir: Stórar kenslur í Berlin
Video: Norsku frásøgumenninir flippa út
Júst tað at vinna á Póllandi í kvøld er eitt krav, um Føroyar skulu hava møguleika koma víðari. Okkara skulu helst eisini vinna við fleiri málum. Hetta tí nøkur mál skulu heintast inn á Noreg, ið eisini skal tapa fyri Slovenia, um Føroyar kunnu hava møguleika fyri at yvirhála og koma á 2. plássið.
HER er frágreiðing um, hvussu nógv skal til, fyri at Føroyar skulu vinna seg víðari til meginumfari.
Pólland hevur fingið heiðursmerki til nøkur endaspøl í hesari øldini, og hevur spælarar á addressum sum PSG, í pólsku stórfelagnum Kielce og Plock, í Vardar Skopje, Sporting CP og í Bundesliguni. Liðið hevur gamaní tapt greitt móti bæði Noreg og Slovenia og hevur ongan møguleika at koma víðari, men undir vanligum umstøðum eigur Pólland at standa sum rímiliga greiður favorittur móti Føroyum.
Hetta eru tó ikki vanligar tíðir í altjóða manshondbólti. Føroyar hava tikið øll á bóli - helst eisini nógv hondbóltskøn- og áhugaði í Føroyum - við sínum avrikum í Berlin. Ósmædna spælið á vøllinum, nærum óvanliga stóri rómurin á áskoðaraplássunum og serliga úrslitið móti Noreg hava gjørt, at Føroyar standa sum favorittar hjá veddingarfyritøkum til dystin í kvøld.
Flestu av teimum størstu veddingarfyritøkunum hava odds á umleið 1,50 á føroyskan sigur (broytist javnan nakað) Hetta er ikki ein risafavorittur í hondbólti, men at tað slíkt odds stendur útfyri Føroyum í dysti móti Póllandi, hevði so at siga eingin trúð fyri einari tíð síðani. Ein pólskur sigur í Berlin gevur peningin meira enn tríggjar ferðir aftur allastaðni. Viðmerkjarar hjá TV2 í Danmark og summir í Noreg hava eisini skýrt fantastiska føroyska liðið sum favoritt móti Póllandi, sum higartil hava spælt uttan hugflog.
Fyrsta bríksl í Marcedses Benz høllini verður klokkan 17 føroyska tíð. Fylg við okkara bloggi gjøgnum dagin.
Hondbóltur
Nú standa Føroyar í favorittleikluti
Í øllum førum um hugt verður eftir veddingarfyritøkunum. Summir útlendskir viðmerkjarar hava eisini Føroyar sum favoritt móti Póllandi í kvøld.
Rói Berg Hansen og hinir takka føroysku fjepparunum eftir nærum ótrúliga avrikið móti Noreg leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
2024-01-15 10:13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald