Hondbóltur

Skal nógv til at vinna seg víðari

Nógv skal ganga okkara veg, um føroyska hondbóltslandsliðið mánadagin skal vinna seg til millumumfarið í EM-endaspælinum. Sigur á Póllandi er fyrsta treytin.

Føroysku leikararnir eftir fantastiska javnleikin móti Noreg¨. Hóast ein sigur í morgin ikki beinleiðis merkir víðari luttøku, so kann hann hava nógv at siga fyri styrkismeting frameftir (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku leikararnir eftir fantastiska javnleikin móti Noreg¨. Hóast ein sigur í morgin ikki beinleiðis merkir víðari luttøku, so kann hann hava nógv at siga fyri styrkismeting frameftir (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-15 00:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein sigur og ein málmunur á 14 skal í hús um tað skal eydnast føroyska hondbóltslandsliðnum at vinna seg millumumfarið í EM-endaspælinum í Týsklandi.

Føroyar skulu vinna móti Póllandi, og Noreg skal tapa móti Slovenia. Hartil skulu Føroyar vinna 14 mál inná  Noreg, sum hevur góða málúrtøku eftir 11 málssigurin á Póllandi.

[object Object]Garrvillu áskoðararnir heilsa uppá sínar hetjur eftir dystin leygarkvøldi (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta merkir, at vinna Føroyar til dømis sjey málum móti Póllandi og Noreg tapir við sjey málum móti Slovenia, so eru liðini á jøvnum og fleiri skoraði mál koma at avgerða. Um Føroyar í hesum førðinum vinna við átta, og Noreg tapir við sjey, so koma Føroyar við vissu víðari.

Hepnast hetta ikki, so hevur ein sigur á Póllandi allíkavæl sera nógv at siga. Hetta í mun til styrkismetingina til komandi HM play-off dystirnar, sum verða í mai mánaði. Har er tað stórur munur á, um man kemur í pott 1 ella 2, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder