Fótbóltur

- Hugsa als ikki um málúrtøku

Julian Johansen sigur eisini, at Føroyar helst fara at spæla við meira ferð og meira við 6 móti 6 í álopinum móti Póllandi. Hjálparvenjarin vil ikki taka favorittleiklutin.

Julian Johansen, hjálparvenjari, fegnast saman við Óla Mittún eftir javnleikin leygarkvøldið. Hann staðfestir, at póllendingar mann fyri mann eru ógvuliga sterkir, og heilt nógv skal hjá Føroyum aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Julian Johansen, hjálparvenjari, fegnast saman við Óla Mittún eftir javnleikin leygarkvøldið. Hann staðfestir, at póllendingar mann fyri mann eru ógvuliga sterkir, og heilt nógv skal hjá Føroyum aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-15 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin): Føroyar spæla klokkan 17 seinasta dystin í EM-bólkaspælinum. Vit og jn.fo fingu orð á Julian Johansen, áðrenn hann og spælarahópurin fóru stuttan gongutúr fyri løtu síðani. Hann greiddi stutt frá støðuni í hópinum og ætlanum til dystin.

- Allir eru tøkir til dystin. Vit hava ikki heilt avgjørt enn, júst hvørjir tríggir í hópinum ikki vera á dómaraseðlanum. Tað er tó heilt greitt, at Allan Norðberg kemur inn í hópin.

Høgri vongurin av Strondum hevur ikki verið við í dystarhópinum higartil. Seinast sótu hann, Ísak Vedelsbøl og Jónas Gunnarsson Djurhus heilt uttanfyri. Tað er mest sannlíkt, at Jónas kemur inn í hópin aftur. 27-ára gamli spælskiparin úr Hoyvík hevur als ikki verið á vøllinum í EM-endaspælinum.

Sí eisini: 
Video: Kjartan og Helgi hava fingið heilt nógv boð úr Noreg
Satchwell: Góð avgerð at gerast føroyingur

Julian greiðir annars frá, at Pólland er eitt heilt annað verjulið enn Noreg, og tað ávirkar dystarætlanina. 

- Pólland gevur meira pláss ímóti Noreg, og tað skulu vit royna at gagnnýta. Vit fara at spæla við meira ferð enn móti Noreg, har vit stýrdu leikferðini tilvitað og fara at vera meira í 6 ímóti 6 í kvøld, men man fer eisini at síggja 7 ímóti 6 eisini. Tað fara helst at koma góðir møguleikar til vengurnar og serliga til okkara vinstru vengur.

Júst í mun til tað sigur føroyski hjálparvenjarin, at teir líta nógv á báðar spælararnar, sum eru til tað plássið. Rói Berg Hansen var tryggari enn Leivur Mortensen móti Noreg, har fyrrnevndi skoraði uppá øll síni skot - millum annað til 25-26. Julian vísir tó á, at Leivur skjýtur so at siga, sum hann skal, men er nakað óheppin við at raka stongina tvær ferðir. Í dag kann vera, at teir fara at spæla ein hálvleik hvør, sigur hjálparvenjarin, ið samstundis staðfestir, at eingin endliga avgerð var tikin fyrrapartin.

[object Object]
Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen, og Julian Johansen takka fantastisku føroysku áskoðarunum eftir dystin móti Noreg (Mynd: Sverri Egholm)

Verjuparturin var framúr móti Noreg. Í dag verður spælt nakað við álopskendari 5-1, har Elias Ellefsen á Skipagøtu verður fremstur. Hetta er fyri at órógva pólska spælið.

Føroyar standa sum favorittar til dystin hjá veddingarfyritøkunum, og summir útlendskir viðmerkjarar peika eisini á okkum móti sterka pólska liðnum. Julian Johansen vil tó ikki heilt vera við uppá hetta, tí tað skal nógv til, um Føroyar skulu standa sum favorittar í einum endaspælsdysti. Pólland hevur klassaspælarar, og vit skulu bara hugsavna okkum um uppgávuna, sigur Julian Johansen. 

Í mun til málúrtøku - Føroyar skal helst vinna við nógvum málum fyri at hava ein møguleika at koma víðari - hetta er tó als ikki nakað, ið hevur verið tikið upp frá venjaratoyminum.

- Soleiðis kann man ikki hugsa í fyrireikingunum, men um dysturin háttar seg, sum vit vilja, so kunnu vit fara meira ágangandi eftir nógvum málum, sigur Julian at enda.

Sí eisini: 
Nú standa Føroyar í favorittleikluti
Skal nógv til fyri at vinna seg víðari
Jens venur mentalu styrkina hjá leikarunum

Fyrsta bríksl í Marcedses Benz høllini verður klokkan 17 føroyska tíð. Fylg við okkara bloggi gjøgnum dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder