Hondbóltur

Video: Kjartan og Helgi hava fingið heilt nógv boð úr Noreg

- Tað er ótrúligt, at man skal vera so kensluborin til hvønn landsdyst, men tá man skapar so stór úrslit, er tað ikki so løgið, sigur Helgi Hildarson Hoydal.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-14 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Tá man sær Elias fara ganga fram, so veit man, hvat klokkan hevur sligið, so har kunnu fólk gott nokk vera rólig. Tann løtan aftaná er bara ein gleðisrúsur og ein forloysing, sum fer ígjøgnum kroppin. Ófatiliga stórar kenslur og at síggja øll hesi fólkini, sum eru komin at hyggja...tey fáa nakað fyri peningin, má man siga.

Soleiðis tekur Helgi Hildarson Hoydal samanum á spælarahotellinum í dag, har hann, Kjartan Johansen og øll hini í føroysku leguni kunnu smílast nógv. Kjartan heldur fyri at Helgi, sum myndirnar vísa, hevur tað við at fáa reyð eygu og vísa kenslurnar við millum annað tárum.

[object Object]Helgi Hildarson Hoydal eftir fantastiska úrslitið í gjár. Eins og tá Føroyar spældu seg til EM í fjør, var hoyvíkingurin á strikuni kensluborin (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir:
 Myndir: - Stórar kenslur í Berlin

Sí eisini: 
Rói: - At hála trý mál inn móti endanum móti heimselituni er nakað serligt
Teis: - Besti og størsti landsdystur vit hava spælt

Strandingurin skoraði í gjár sítt fyrsta EM-mál, og brølið var øðiligt í Berlin. Tað var ein ótrúlig kensla, staðfestir høgri bakkurin, ið kennir sín leiklut á landsliðnum væl - tað er mest sum avloysari.

Kjartan og Helgi spældu saman í Viking Stavanger í næstbestu deildini í Noreg í nøkur ár og kennast heilt væl. Teir spæla framvegis í norskum hondbólti - nú í bestu deildini og í ávíkavist Bækkelaget og Kristiansand. Teir hava nógvar norskar vinir, og 27-ára gomlu føroyingarnir hava fingið eina rúgvu av góðynskjum úr Noreg eftir dystin.

- Teimum dámar serliga hetta við Dávid og Goliat, og nógv har í Noreg hava fylgt okkara landsliðið leingi, sigur Kjartan.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Staðfest verður, at Føroyar ikki hava góðan møguleika at koma víðari - tí Noreg allarhelst skal tapa stórt móti Slovenia - men at ein sigur móti Póllandi er næsta stigið, og at tað hevði havt nógv at siga fyri styrkismetingina til HM-undankappingina seinni í ár og til næstu EM-undankapping.

Sí samrøðuna ovast.

Sí eisini: Satchwell: Góð avgerð at gerast føroyingur

Sí eisini: Myndir: Allar myndirnar úr Berlin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder