Á odda 2-0 í Moldova í steðginum. Tá sá tað fínt út hjá Póllandi, ið fyrst í undankappingini tapti tann á pappírinum toførasta dystin í ár í Kekkia fyri síðani at vinna 1-0 á Albania í 2. umfari.
Um Pólland hevði havt seks stig eftir trý umfør, hevði liðið hjá Fernando Santos ligið væl fyri, í mun til at koma víðari nú áðrenn heimadystin móti Føroyum og lykladystin í Albania sunnudagin.
Tað, sum hendi í 2. hálvleiki í Chisinau 20. juni, var tó svakt. Moldova skoraði tríggjar ferðir og fekk harvið trý stig móti liðnum, sum var millum 16 try fremstu í HM-endaspælinum í Katar síðsta vetur.
138 pláss skilja Moldova og Pólland á FIFA-styrkislistanum, so samanlagt var hetta sum ein vanlukka fyri pólskan fótbólt. Tað verður tað eisini, um tað ikki eydnast at vinna heimadystin móti botnliðnum í bólkinum hóskvøldið.
Føroyar eru 103 pláss aftanfyri Pólland á omanfyrinevnda styrkilista (129 - 26). Pólland hevur ein sigur fyri neyðuni - málið er sjálvsagt EM-endaspælið næsta ár.
Portugisiski landsliðsvenjarin hjá Póllandi vann júst EM í 2016 sum venjari hjá heimlandinum. Santos hevur millum annað annað Robert Lewandowski at seta í álopið. Umframt vandamikla Barcelona-áleyparan eru spælarar úr italskum stórfeløgum, spælarar úr Premier League og úr Bundesliguni í hópinum hjá Póllandi, sum á pappírinum og hjá veddingarfyritøkunum er risafavorittur móti Føroyum.
Støðan í bólki E:
Kekkia 7 stig
Albania 6 stig
Moldova 5 stig *
Pólland 3 stig
Føroyar 1 stig
* Moldova hevur spælt ein dyst fleiri: Fýra dystir - hini hava spælt tríggjar
Hósdagin 7. september
19.45:
Pólland - Føroyar
Kekkia - Albania
Fótbóltur
Pólska liðið er kroyst
Heimsstjørna í álopinum og evropameistari á venjarabonkinum men bert trý stig fyri tríggjar dystir. Hósdagin eru trý stig krav, tá Føroyar vitja.
Robert Lewandowski hevur umhugsað at gevast á landsliðnum, men føroysku verjuspælararnir skulu allarhelst fyrihalda seg til hann hóskvøldið. 35-ára gamli Barcelona-spælarin hevur metið fyri mál og landsdystir fyri Pólland (Mynd: EPA)
2023-09-05 17:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald