Hondbóltur

Portugal skrivaði søgu í longdu leiktíðini

Martim Costa sendi Portugal í sína fyrstu hálvfinalu nakrantíð í síðstu sekundunum móti Týsklandi. Harvið skulu Portugal og Danmark spæla HM-hálvfinlu í Oslo-økinum í annaðkvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-01-30 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist aftur talan um stórt hondbóltsdrama í gjárkvøldið, tá seinasta HM-fjórðingsfinalan var á skránni.

Í fyrra hálvleiki helt Kiel-málverjin Andreas Wolff Týsklandi inni í dystinum móti Portugal, sum spældi væl betri. Tað var 13-9 í steðginum, men týskararnir ótu seg inn, Luis Frade fekk reytt kort, og Portugal noyddist at javna, tá hálvur minuttir var eftir fyri at tryggja longda leiktíð.

26-26 og so spældu liðini tvær ferðir fimm minuttir afturat. Har kom 22-ára gamli stjørnuspælarin Martim Costa, sum brendi nógv skot í vanligari leiktíð, veruliga í gongd. Tað var eisini Costa, ið hegnsiliga sendi bóltin í týska málið, tá fimm sekund vóru eftir.

Hendan løtan og fleiri brot frá dystinum í Bærum síggjast ovast í greinini

31-30, Wolff í øðini, men portugisar í stórum ovfarakæti. Hetta var fyrsta fjórðingsfinala nakrantíð í vaksnamanahondbólti hjá Portugal, og í morgin skal spennandi liðið spæla hálvfinalu.

[object Object][object Object]
Martim Costa gjørdist at enda stóra hetjan hjá Portugal (Mynd: EPA) 

Portugal hevur nú vunnið á mætum hondbóltstjóðum sum Týsklandi, Noreg, Svøríki og Spania í HM-endaspælinum. Í annaðkvøld bíðar størsta avbjóðingin higartil: Danmark í hálvfinaluni. 

Tríggjar av fýra fjórðingsfinalum vóru hádramatiskar, og munurin var eitt mál. Men Danmark vann við tólv málum á Brasil í sínari fjórðingsfinalu í gjár. Sí brot HER

HM-fjórðingsfinalurnar 2025 
Í gjár, mikudagin 29. januar:
Danmark - Brasil 33-21 (15-12)

Portugal  - Týskland 31-30 eftir longda leiktíð (26-26 eftir vanliga leiktíð)

Týsdagin 28. januar
Kroatia - Ungarn 31-30 (16-16)
Frakland - Egyptaland 34-33 (18-14)

Sí eisini: Ótrúligu seinastu løturnar í Zagreb

Fyrra hálvfinalan er á skránni í Zagreb í kvøld.

Hálvfinalurnar: 
Í kvøld, hósdagin 30. januar
20.00: Frakland - Kroatia

Í morgin, fríggjadagin 31. januar
19.30: Danmark - Portugal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder