Fótbóltur

Poul og Árni hava longt við Víking

Glóðheiti stradingurin og stjørnuskotið úr Norðragøtu hava skrivað undir sáttmálar, sum eru galdandi til kappingarenda 2026.

Poul Kallsberg og Árni Nóa Atlason hvør sínumegin Atla Gregersen eftir sigur í Sarpugerði. Árni er sonur Atla - teir og Poul eru í gongd við eitt gott kappingarár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg og Árni Nóa Atlason hvør sínumegin Atla Gregersen eftir sigur í Sarpugerði. Árni er sonur Atla - teir og Poul eru í gongd við eitt gott kappingarár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-14 10:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur hevur verið oddalið alt árið og hevur vunnið ellivu av sínum tólv dystum í Betrideildini. Nú landsliðssteðgurin er av, skal Víkingur stríðast víðari við HB í oddinum og í seinnu steypahálvfinaluni - í Sarpugerði mikukvøldið - og næsta mánaða er Conference League á skránni hjá Jóhan Petur Poulsen og hansara monnum.

Ein av lyklaspælarunum í ár hevur verið Poul Kallsberg. 21-ára gamli strandingurin vaks upp í Skála ÍF, sló seg fastan á liðnum hjá Víkingi í seinnu hálvu í fjør og hevur samanlagt 90 Betrideildardystir. Í 2024 hevur Poul 13 málstig (mál og upplegg). Kviki vongurin við góða høgra beininum hevur avgjørt dystir fyri Víking í ár - eisini við vinstra beini

Poul Kallsberg er U21-landsliðsspælari, og tað var eitt sindur óvæntað, at hann ikki varð úttikin til A-landsliðið herfyri; serliga tá hugsað verður um nógvu spælararnir, ið ikki vóru tøkir, og at Poul hevur verið ein av bestu álopskendu føroysku spælarunum í 2024.

[object Object]
Poul Kallsberg fegnast um 1-0 málið móti B68 í apríl - ein av dystinum har vongurin hevur verið avgerandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul hevur nú bundið seg til Víking til kappingarenda 2026. Hesum boðaði felagið frá í gjárkvøldið. Samstundis varð kunngjørt, at Árni Nóa Atlason eisini er knýttur at Víkingi næstu 30 mánaðirnar.

Hetta er barndómsfelagið hjá hartarbeiðandi unga miðvallaranum, sum ikki hevur verið smæðin í ár. Gjøgnumbrotið er komið. Árni hevur spælt í fleiri stórum dystum og verið avloysari hjá skadda Sølva Vatnhamar seinasta mánaðan. 

18-ára gamli spælarin er annars vanliga longuri afturi á miðvøllinum.  Árni Nóa Atlason hevur skorað tvey mál í Betrideildini í ár og hevur samanlagt 31 dystir á besta liðnum hjá Víkingi.

[object Object]
Árni Nóa Atlason skorðaði flott mál móti B36 í apríl eftir eitt sterkt avrik (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder