Hillerød spældi javnt móti einum av niðaru málunu, meðan Kolding og Aarhus Fremad taptu lykladystir.
Harvið var soltið við stigum og góðum úrslitum hjá føroyingafeløgunum í gjárkvøldið, men fleiri føroyingar gjørdu bart í seinastu dystunum undan landsliðssteðginum.
HB Køge - Hillerød 1-1
Mál: Poul Kallsberg - Adrian Rúnason Justinussen við í málinum
Poul Kallsberg var úti ein part av oktober, men í gjár stóð strandingrin seg væl og stútaði bóltin í málið eftir gott Hillerød-álop eftir ein lítlan tíma. Adrian Justinussen hevði eisini sín góða leiklut í málinum, sum tó ikki var nóg mikið at vinna. Tríggjar minuttir eftir at Poul Kallsberg rakti stongina, tá hann økt, javnaði HB Køge.
Málini og møguleikar síggjast her - undir HBK-HIL
Málið hjá Poul sæst frá 0.45
Kolding - AC Horsens 1-3
Upplegg: Meinhard Egilsson Olsen
Kolding tapti móti komandi arbeiðsgevaranum hjá Adrian Rúnason Justinussen. Horsens var omaná, men Meinhard Egilsson hevði eitt flott upplegg, har føroyski vinstri vongurin/vongbakkurin streyk framvið tveimum spælarum og legði væl útfrá.
Málini og møguleikar síggjast her - undir KIF-ACH
![]()
Hobro - Aarhus Fremad 2-0
74 minuttir: Martin Agnarsson
Føroyski landsliðsvongbakkurin skapti onkrar møguleikar og fekk fín skoðsmál fyri dystin, men Aarhus Fremad tapti móti næstniðasta liðnum og nærkast niðurflytingarstrikuni
B93 - Lyngby 0-3
Dan Brimsvík
Í hinum endanum er Lyngby, sum hevur ein føroying í fyibils venjaratoyminum. Tað hevur gingið væl, síðani Dan Brimsvík, Andreas Bjelland og hinir tóku yvir, og Lyngby er eftir trygga sigurin í dag á 1. plássi: Málúrttøkan er betri enn tann hjá Hillerød
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald