Profilarnir: Andrias og Hanus liva og stríðast fyri yrkisdreyminum

Andrias Edmundsson byrjaði av nýggjum í Pólland og er farin frá møguliga at gevast ella skifta aftur til B68 til fremstu pólsku deildina. Hanus Sørensen er í Slovenia. Hann fekk nógv burturúr at fara aftur til HB: - Gott at vera millum teir bestu í eina tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-04 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tbilisi, Georgia (Portalurin): Lagið er gott á kamarsfeløgunum, hóast kappingarárið endaði ymiskt hjá teimum: Andrias Edmundsson spældi fast hjá Wisla Plock og endaði við at flyta upp úr næstbestu pólsku deildini. Hanus Sørensen spældi lítið seinastu vikurnar í Slovenia - og einki í steypagleiminum. Men soleiðis er tað onkutið í yrkisfótbólti, staðfestir hann sjálvur:

- Ein venjing í Celje er áleið sum ein oddadystur í Føroyum. Tað er beinhart, og man noyðist at vera heilt á. Annars verður man koyrdur yvir. Her er skjótt til, at aðrir taka plássið.

Hanus Sørensen spæir nú í fremstu slovensku deildini við NK Celje - meistaraliðnum frá 2024 sum gjørdi sáttmála við føroyingin í oktober.

Hanus royndi seg á fyrsta sinni uttanlands, tá hann fór til FC Midtjylland sum 15-ára gamal. Talan var um eina góða tíð, staðfestir nú 24-ára gamli hoyvíkingurin. Maðurin við høga sjálvsálitinum slapp tó ikki gjøgnum nálareyga til vaksnamannaliðið. Leiðin gekk heim til HB í eina stutta tíð, síðani Middelfart í triðbestu donsku deildini, og so aftur til HB á sumri 2024. Tey árini sum profilur gjørdi honum væl:

-Tað var ómetaliga umráðandi fyri meg. Hevði ikki verið, har sum eg eri í dag, um eg hevði hildið fram í Danmark tá. Tað var gott at ja…siga tað sum tað er: Vera bestur í eina tíð.

Ósemja, álvarsamur skaði og nýggj byrjan

Andrias Edmundsson var eisini nær við at enda aftur í barndómsfelagnum. Hetta var eftir eina harða tíð í Spania har hann spældi í fjórðbestu deildini.

- Teir vistu, hvat var galið við fótinum, men man fekk ikki bilbukt við tað í Spania. Tað kundi enda við, at eg mátti gevast at spæla yrkisfótbólt - - eg kundi hildið fram tá í Aguilas 2023, men eg var á júst sama stigi sum tvey ár frammanundan. Eg kundi eisini verið farin aftur til B68 men valdi at “byrja av nýggjum” í Póllandi.

Har vóru nógvir góðir spælarar í triðbestu deildini í Póllandi, staðfestir 24-ára gamli miðverjin. Spakuliga bygdi hann seg upp. Síðsta summar skifti hann eina deild upp til Wisla Plock og har hevur Andrias fingið tíð og álit:

- Venjarin hevur havt tol við mær og eg eri “sloppin” at gera nøkur mistøk. Tað hevur hjálpt mínari menning.

Sí eisini: Andrias Edmundsson skal spæla í bestu pólsku deildini

Sum heilt ungur í enska felagnum Sunderland royndi toftamaðurin at vera heldur ósamdur við venjaran:

- Honum dámdi ikki meg, og eg helt ikki nógv um hann. So eg slapp ikki at spæla við eykaliðnum longur, og tá man ikki ger tað sum ein av elstu ungdómsspælarunum, so er nærum ógjørligt at fáa vaksmamannasáttmála í einum felagi sum Sunderland.

Andrias og Hanus hava harvið roynt eitt sindur av hvørjum í fótbólti. Báðir staðfesta, at yrkislívið kann verða einsligt og einstáttað, men at tað snýr seg um at hava rætta hugburðin. Teir hava eisini verið hepnir við at hava familju og fólk annars, sum stuðla ógvuliga væl. Har eru fólk, sum vit kunnu tosa við, tá tað er tungt, staðfesta báðir.

At enda í prátinum á gistingarhúsinum í Georgia tosa teir um landsliðið: Tað at bróta ígjøgnum her, at fáa eitt "reality check", umframt nýggja venjaratoymi og ætlaninar framyvir.

Hoyr alla samrøðuna við Andrias Edmundsson og Hanus Sørensen ovast


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder