placeholder
Fótbóltur

Punktum skal setast í Pristina

Landsliðsárið og fótbóltsárið hjá flestu av hesum spælarunum kemur at enda í kvøld, men hjá summum leikarum kann tað gerast byrjanin til nakað stórt.

Noah Mneney í miðjuni - 19-ára gamli víkingurin verður at síggja á føroyska miðvøllinum í øllum førum part av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Noah Mneney í miðjuni - 19-ára gamli víkingurin verður at síggja á føroyska miðvøllinum í øllum førum part av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-19 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hjá liðnum snýr tað seg um at seta eitt gott og virðiligt punktum, og at reisa seg frá avrikinum í Kekkia mikukvøldið.

- Vit skulu vísa veruliga vísa okkum nú og standa móti trýstinum hesuferð, sigur Gunnar Vatnhamar.

- Allir í hópinum eru svangir eftir at vísa nakað annað, segði liðformaðurin Viljormur Davidsen á tíðindafundinum í Pristina í gjárkvøldið.

[object Object]Viljormur Davidsen (Mynd: Sverri Egholm)

Har avdúkaði Håkan Ericon, at talan verður um tríggjar-fýra broytingar í føroysku byrjanaruppstillini. Hetta kom eisini partvíst til sjóndar undir venjingini á Fadil Vokkri leikvøllinum, sum í kvøld verður karmur um venjingardystin - seinastu uppgávuna hjá Føroyum í ár.

Nú Gunnar Nielsen ikki er tøkur, byrjar Bárður á Reynatrøð ella Mattias Lamhauge í føroyska málinum. Sambært landsliðsvenjaranum er tað als ikki óhugsandi, at báðir fáa spælitíð. Mattias spældi allan venjingardystin móti Liktenstein fyrr í ár og helt málið reint. Bárður hevur verið fastur á U21 seinastu undankappingina, men Víkingamálverjin hevur sín fyrsta A-landsdyst til góðar.

[object Object]

[object Object]Mattias Lamhauge og Bárður á Reynatrøð hava seinastu dagarnar arbeitt hart saman við málmansvenjaranum Hans Jørgensen (Mynd: Sverri Egholm)

Fimm aðrir í hópinum hava ikki spælt á A-landsliðnum fyrr. Miðverjin Andrias Edmundsson, vinstri bakkurin Martin Agnarsson, sentralu miðvallararnir Noah Mneney, Andrass Johansen og kanturin/bakkurin Jann Benjaminsen.

Tað tykist heilt greitt, at Noah fær spælitíð hesuferð, men meira ivasamt er við hinum. Andrias Edmunsson hevur leingi stríðst við skaða, og Martin og Andrass hava havt ymiskt at dragast við seinastu dagarnar, men hjá øllum hesum kann kvøldið í kvøld gerast stórt. 

[object Object]
Andrass Johansen hevur drigist eitt sindur við eina lærkrikan, men spennandi B36-miðvallarin vandi við alla venjingina í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar skulu royna seg móti einum ungum Kosovo-liðið, ið er sínar størstu og mest royndu leikarar fyriuttan. Fyrsta bríksl í Pristina í kvøld, leygardagin 18. november, verður klokan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum eisini kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarp Føroya.

Les eisini: 
Fýra fingu sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum í Kekkia - seks bíða framvegis
- Hetta er góð fyrireiking til at spæla móti Albania

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder