Mánanáttina spæla Rams fyri fyrstu ferð í Super Bowl í 17 ár. Eins og tá verður tað ímóti New England Patriots. Tá forðaði liðið hjá Belichick og Brady Rams at vinna finaluna fyri aðru ferð uppá trý ár, og skjótt fánaði Rams og gjørdist eitt miðallið.
Les eisini: Patriots yvirrøði kann halda fram
Í 2016 flutti liðið aftur til Los Angeles, har felagið hevði heimstað frá 1946 til 1994. Eftir eitt sera torført fyrsta ár við nýggja quarterbakkinum Jared Goff og roynda venjaranum Jeff Fischer, tók ein blaðungur maður róðrið. Sean McVay var bert 30 ár, tá hann tók við í stórbýnum. Yngsti høvuðsvenjarin í nýmótans NFL hevur eina rúgvu av nýggjum hugskotum; í serliga álopsspælinum. McVay hevur m.a. ment Goff nógv, og longu í fjør vóru Rams í endaspælinum.
Tað var fyri fyrstu ferð síðani 2004, at Rams vóru í endaspælinum. Falcons sló teir út í 1. umfari, men Rams fingu bygt uppá og vórðu tippaðir sum ein av favorittunum at koma í Super Bowl undan hesum kappingarárinum. Liðið við stjørnum sum Todd Gurley (running back) og Aaron Donald (defensive line) vann 13 dystir í grundspælinum, og megnaði fyrst at basa Cowboys á heimavølli og síðani Saints á útivølli í longdari leiktíð í NFC-finaluni (hálfinaluni) Hetta var eftir eitt sindur av hjálp frá dómarunum, ið ikki sóu eitt eitt greitt brot frá Rams-verjuleikara í avgerandi støðu.
Les eisini: Los Angeles Rams vann eftir yvirtíð í New Orleans
Tað skal nógv til fyri at koppa roynda Patriots-liðnum, men Rams er als ikki týðiliga undirtippað, sum Patriots vóru, tá liðini hittust í 2002. Hjá Rams tykist Gurley at vera komin fyri seg aftur, og Greg Zeurlein, ið sendi liðið í Super Bowl við einum langum sparkið, verður helst tøkur. Teir eru umráðandi í stríðnum hjá Rams at vinna fyrsta Super Bowl-heiti síðani 1999. Tá avgjørdi St. Louis Rams finaluna ímóti Tennesee Titans í seinasta spælinum. Dysturin í nátt kann eisini gerast ógvuliga tættur
Super Bowl LIII:
Atlanta, Georgia - Mercedes Benz Stadium
New England Patriots(AFC) - Los Angeles Rams(NFC)
Kickoff: 23.30 (Fø tíð) - Dysturin verður vístur á TV3 +
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald