Tað byrjaði ímóti Rams í Super Bowl 36(XXXVI). Tá vunnu Patriots sína fyrstu Super Bowl nakrantíð. Liðið var sterkt undirtippað ímóti St. Louis Rams, ið hevði eitt framúr álop; eitt av teimum allarbestu í søguni. Men Bill Belichick legði eina frálíka leikætlan, og ungi Tom Brady vísti sín vinnarmentalitet og endaði sítt fyrsta kappingarár við einum steypið.
Síðani tá er felagið Rams flutt til Los Angeles, har heimstaðurin eisini var frá 1946-1994. Patriots hava sama heimstað, og fýra Lombardi-steyp eru komin afturat í skápið. Hetta er gjørt við nógvum hegni og dugnaskapi frá Belichick og felagnum, ið hava megna at skapt fleiri ymisk sterk lið.
Miðpunktið hevur allatíðina verið Tom Brady. Quarterbakkurin er nú 41-ára gamal, og hevur ikki somu styrki sum áður, men hann hevur víst í hesum endaspælinum at dugur sanniliga er í honum enn. Patriots basti fyrst Chagers á heimavølli, har talan var um sera greiðan sigur. Síðani gekk leiðin til Kansas, har Patriots í kuldanum vunnu eftir longda leiktíð, har Brady var sannførandi, tá tað skuldi avgerast. Chargers og Chiefs vunnu annars bæði 12 dystir í grundspælinum - flest í AFC.
Les eisini: Brady og Patriots gjørdu tað aftur
Tá Patriots vunnu ímóti Rams á sinni hildu sera nógv uttanveltaði við liðnum hjá Belichick. Tað var í leiklutinum sum underdog, og navnið spældi eisini ein leiklut: Hetta var nakrar mánaðir eftir 9/11 álopini, og patritosman var eyka høg í USA tá. Men nú er New England Patriots ikki væl umtøkt av øðrum enn egnum fjepparum. Teir eru í roynd og veru hataðir av nógvum. Tað at liðið vinnur so nógv, útstrálar arrogansu, og hevur verið tikið fyri at snýtt við at filma á síðulinjuni hjá mótstøðuliðnum og taka ov nógv luft úr bóltunum, eru teir mest umráðandi faktorarnir.
Um hugt verður eftir tíðarskeiðnum fram til ár 2000, so er ikki talan um eitt søguliga sterkt felag. Í 1986 og 1996 vóru Patrots í Super Bowl, men taptu greitt. Í hesari øldini hevur liðið luttikið í átta Super Bowls og 13 hálvfinalum (AFC-finalum). Seinastu áttá árini á rað hava Patriots verið í hálvfinaluni, trý ár á rað í Super Bowl og fýra útav teimum seinastu fimm.
So tað kann ikki sigast annað enn, at talan er um eitt dominerandi felag, ið hevur møguleikan at leggja afturat sínari sigursrøð mánanáttina. Patriots vilja reisa seg aftur eftir tapið fyri Eagles seinasta februar, og kunnu javna metið sum Pittsburgh Steelers setti í 2009 við at vinna sína sættu Super Bowl.
Super Bowl LIII:
Atlanta, Georgia - Mercedes Benz Stadium
New England Patriots(AFC) - Los Angeles Rams(NFC)
Kickoff: 23.30 (Fø tíð)
Meira um Rams seinni
Les eisini:
Nú nærkast av álvara til Super Bowl
Atlanta og marglætisleikvollur eru karmarnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald