Fótbóltur

Ranieri aftur í Premier League

Xisco Munoz, ið tapti 6-1 fyri KÍ fyri beint yvir einum ári síðani, varð uppsagdur eftir sjey umfør í Premier League, og nú tekur Claudio Ranieri yvir sum fastur venjari nummar 13 uppá níggju ár hjá Watford.

69-ára gamli italiumaðurin stóð í 2015-2016 á odda fyri Leicester City, ið púra óvæntað vann Premier League fyri fyrstu ferð í søgu felagsins

69-ára gamli italiumaðurin stóð í 2015-2016 á odda fyri Leicester City, ið púra óvæntað vann Premier League fyri fyrstu ferð í søgu felagsins

2021-10-05 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hansara heilt stóra venjaraavrik varð framt í Onglandi í 2015-2016, tá Ranieri stóð á odda fyri Leicester City, ið heilt óvæntað vann Premier League fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. 

Níggju mánaðir eftir at italiumaðurin hevði lyft Premier League-steypið, og stutt eftir at hann hevði tikið ímóti heiðrinum sum besti venjarin í heiminum tíðliga í 2016, varð Ranieri uppsagdir. Orsøkin var ringa gongdin hjá meistarunum, sum vóru partur av niðurflytingarstríðnum, tá avgerðijn fall.

Síðani hevur Claudio Ranieri saðið á odda fyri Nantes, Fulham, Roma og Sampdoria. Í seinasta starvinum fekk Ranieri Sampdoria av aftasta plássinum, ið liðið var á í oktober 2019-2020, tá hann tók yvir, og síðsta kappingarár endaði Sampdoria nummar níggju í Serie A. Tað gjørdist bert talan um 17 dystir og tríggjar sigrar á vetri 2018-2019 í Fulham, men nú sleppur hann at royna seg aftur í Premier League og í London/London-økinum.

[object Object]
Xisco Munoz fekk Watford upp, men varð uppsagdur eftir beint yvir níggju mánaðir í sessinum

Sum so ofta fyrr seinastu árini hevur Pozzo-familjan sagt ein venjara úr starvið. Síðani familjan keypti Watford í 2012 hava tólv ymsiskir menn sitið sum fastir  venjarar, umframt at nakrir hava staðið fyribils á odda. Spaniólin Xisco Munoz tók yvir beint fyri jól í fjør og fekk liðið upp í bestu deildina aftur, og Watford hevur fingið sjey stig fyrstu sjey umførini. 1-0 tapið fyri Leeds í vikuskiftinum gjørdist seinasti dysturin hjá venjarnanum, sum í fjør var fyri 6-1 tapið á Tórsvøll, tá KÍ tók ímóti Dinamo Tblisi. 

Sambært útsøgnini frá Watford hevur huglagið í hópinum verið versnandi, og Xisco hevur ikki megnað at havt tamarhald á hópinum. Nú skal ein annar maður, ið hevur eitt tilknýti til eitt stórt føroyskt fótbóltsúrslit - Ranieri var venjari hjá grikkum, tá Føroyar vunnu 1-0 í Grikkalandi í 2014 - royna at stýra Watford á rætta kós. Um eigararnir hava sama tol, sum teir hava havt við allarflestu av  undanfarnu venjarunum, so verður Ranieri, suum varð kunngjørdur í gjár, ikki leingi í felagnum, men royndi italiumaðurin hevur áður víst, at nakað sum tykist heilt ógjørligt ber til. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder