Fótbóltur

Ranieri tekur yvir í Roma

Di Francesco hevur fingið sekkin, og royndi italienski venjarin tekur yvir restina av kappingarárinum.

Ranieri, her á odda fyri Roma fyri nøkrum árum síðani 
(Mynd: EPA)

Ranieri, her á odda fyri Roma fyri nøkrum árum síðani (Mynd: EPA)

2019-03-08 19:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið varð Roma sligið út av Champions League-áttandapartsfinaluni í Porto. Hetta førdi til, at Eusebio Di Francesco varð sagdur í starvi fyrr í dag. Italienska liðið hevur gjørt skjótt av og funnið avloysaran. Talan er um Claudio Ranieri, ið er aftur í Serie A fyri fyrstu ferð í sjey ár.

Ranieri er eisini aftur í Roma. Hann er føddur í italienska høvuðsstaðnum, og sum ungur helt hann við Roma. Hann stóð á odda fyri Roma frá 2009 til 2011, har hann uppnáddi eitt 2. pláss. 67-ára gamli maðurin er ógvuliga royndur, og hann er mest kendur fyri at vinna Premier League við Leicester í 2016. Hann varð settur í Fulham í november, men í seinastu viku steðgaði samstarvið við London-felagið 

Ítrottarstjórin, Monchi, ið kom úr Sevilla fyri tveimum árum síðani, gjørdist í dag samdur um at steðga samstarvið við Roma. Ranieri verður venjari fram til summarsteðgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder