Fótbóltur

Rannvá hevur nú skorað yvir 700 ferðir

Hetta fyri besta liðið hjá KÍ. Nú 42-ára gamla klavíkskvinnan kom framvið runda talinum í steyadysti í gjárkvøldið, har Rannvá Biskopstø Andreasen gjørdi fýra mál.

Rannvá Biskopstø Andreasen eftir ein av sínum mongu málum í bláa búnanum. Metmálskjúttin hevur spælt á besta liðnum hjá barndómsfelagnum síðani 1995 (Mynd: Sverri Egholm)

Rannvá Biskopstø Andreasen eftir ein av sínum mongu málum í bláa búnanum. Metmálskjúttin hevur spælt á besta liðnum hjá barndómsfelagnum síðani 1995 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-26 10:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon er tann mest skorandi í fremstu deildunum í Føroyum, og í gjár legði Rannvá Biskopstø Andreasen fýra mál afturat metinum. Hetta var, tá KÍ tók ímóti ÍF í fyrsta umfari í steypakappingini.

Við málunum til 2-0 og 3-0, tað seinna kom í 20. minutti, rakti Rannvá eitt serligt mark: 700 mál samanlagt á besta liðnum. Í seinna hálvleiki skoraði nummar níggju hjá KÍ tvær ferðir afturat, og hevur harvið 702 mál í 588 dystum í øllum kappingum sambært FaroeSoccer. Her eru evropeiskir dystir taldir við. 

[object Object]
Heilt góðu gagtølini hjá Rannvu Biskopstø Andreasen fyri besta liðið hjá KÍ (Mynd: FaroeSoccer)

Rannvá Biskopstø Andreasen er nú 42-ára gomul. Seinastu árini hevur hon verið darvað av skaðum og ikki føst í byrjanaruppstillingini hjá KÍ, so hetta flotta miðaltalið var uppaftur flottari fyri nøkrum árum síðani. 

Roynda Rannvá B. Andreasen við teimum næstan óteljandi gullheiðursmerkjunum - 38 í lands- og steypakapping - spælir framvegis á sín hátt ein týðandi leiklut fyri barndómsfelagið. Hetta serliga við sínum royndum, vinnarahugburði, máltevi og dygdum á bóltinum - m.a. spælskilinum og sterka vinstra beininum. Hon hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ í 28 ár.

[object Object]
Enn eitt FM til KÍ og familjuna. Rannvá Biskopstø Andreasen (t.v.) saman við tvíburðasystruni Ragnu Patawary (t.h). Tær komu á besta liðið hjá KÍ sum 15-ára gamlar í 1995. Milum tær eru dóttir Ragnu - 18-ára gamla Ragna Patawary.

Rannvá skoraði eisini 26 mál í 55 A-landsdystum. Hetta vísir skrásetingin hjá Fótbóltssambandi Føroya.

KÍ vann sum væntað stórt á ÍF, sum spælir í næstbestu deildini. Tað endaði 12-0 í Klaksvík, og skal KÍ dystast við HB í Havn sunnudagin 7. mai. Tá tekur 07 Vestur móti NSÍ. Vágakvinnur vunnu 6-0 í Hoyvík í gjár - Margit Kwao gjørdi hattrikk. 

[object Object]
Úrslit og skrá í steypakappingini (Mynd: FaroeSoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder